Skriva út
Tala í sambandi serligt minningarhald í Svínoy 28.08.2011
01.09.2011 Tíðindi

Í navni Faðirsins, Sonarins og Heilaga andans. Amen.
Háttvirda samkoma!
So leingi fólk hevur búð her á landi, hevur tað verið ein sannroynd, at stóra havið, vit eru umgyrd av, bæði gevur og krevur.
Á siglingarleiðini vestur um hav, hava oyggjar okkara ligið sum ein oasa, hóast summi heldur vilja siga, at vit liggja á einum kargum staði.
Mong eru skipini, sum hava siglt fram við oyggjum okkara á hesi siglingarleiðini. Onkur hevur nærkast landi at fáa lívd, og onnur settu upp fyri ódnarveðri.
Virðingin fyri havinum og øllum tí, sum havið gevur, hevur altíð verið stór. Soleiðis hevur tað eisini verið, tá ið skip ella bátur vórðu noydd at finna lívd ella seta upp. Alt var gjørt, sum gerast kundi, fyri at bjarga fólki og skipi.
Her á landi eiga vit eisini minnir í ymiskum staðarnøvnum eftir teimum fremmandu sum farin eru.
Í dag savnast vit á serligan hátt vit skotagravirnar í Svínoy at minnast eina hending fyri 225 árum síðani. Nakað er skrivað um tilburðin, har greitt verður frá, hvussu hesin sorgarleikurin fór fram.
Í øll hesi ár, síðan tilburðurin fór fram, hava fólk á staðnum við virðing fyri teimum deyðu og familjum teirra, røkt og hjúklað um henda stað, og soleiðis hava tey verið við til at varðveita minni um hesar sjólátna við Kópafangaranum ella Skotaskipinum “Rachel” lagnudagin fyri 225 árum síðani.
Hvørt land hevur sínar siðir og hættir at gera burturúr, tá ið vit vilja minnast ella heiðra eitthvørt, sum hevur heiður uppiborið.
Her á landi eru minnisvarðar og minnismerki, sum eru reist í takksemi og virðing fyri teimum sum eru farin. Í nógvum av bygdum okkara eru minnisvarðarnir kærkomið stað at leita til hjá teimum, sum mist hava ein av sínum kæru, sum ikki bar boð í bý.
Tøkk fái tey, sum fingu hetta í lag!
Hesa løtu savnast við skotagravirnar minnast vit teir, sum fóru á land í Gortabuktini – sum seinni varð nevnd Skotabuktin – lagnudagin 27. november 1786.
Tríggir mans bjargaðust og 19 mans sjólótust.
Í dag verður staðurin halgaður, og minnisvarði á hátíðarligan hátt avdúkaður. Á hesum staði fer eitt minnismerki at standa yvir hesar sjómennirnar, sum fórust við “Rachel”, og um fólkið her á staðnum, og teimum til heiðurs, sum fingu hetta í lag at sýna virðing fyri hesum fremmandu monnum, sum vórðu jarðaðir í føroyskari jørð.
Nú er skipað soleiðis fyri, at økið er hegnisliga hampað og girt inni av nýggjum við gamla akkerinum sum minnismerki, sum er ein grótsúla, í einum snotiligum túni.
Akkerið, sum er ein stórur steinur við holi í, hevur verið í varðveitslu her í bygdini. Tey, sum hava vart av hesum steini, hava játtað, at tað nú verður partur av minnisvarðanum.
Steinar liggja í ring rundan um minnismerki til minnis um teir sjólátnu.
Í kristiligari talu er akkerið tekin um vónina. Ringurin er tekin um ævinleikan. Sluppin, sum fórst kallaðist “Rachel” . Rachel merkir ein seyður.
Lív okkara er eisini merkt av eyðkennum ella symbolum. Symbolini eru eisini knýtt at minnisvarðanum, sum verður avdúkaður í dag. Tað er júst hirði seyðanna, Jesus Kristus, frelsari okkara, sum er okkara vón og bjarging frá synd og deyða. Tað er í trúnni á hann, at vit eisini eiga lyfti um hinar ævigu bústaðirnar.
Tey orð, sum her verða borin fram í dag, verða einaferð gloymd. Men ímyndirnar, sum eru umboðar við henda minnisstað, fara at verða standandi og boðað frá tí, sum hevur verið er og altíð verður.
Tað eru ikki øll í landi okkara, sum fingu ein hvíld í heimligari jørð. Havið kravdi sítt. Í dag minnast vit við virðing hesar menn, hesar fremmandu menn, sum ikki fingu heimliga jørð at hvíla í, men sum vórðu bornir til hvíldar í fremmandum landi.
Í einum av kendu sálmum okkara verður sungið:
Guð, gev okkum øllum tað landið at ná,
har skyldfólk og vinfólk vit uppaftur sjá,
tá hirðin sítt fylgi
úr mold og úr bylgju
skal savna, har sorgin um ævir er av,
tí deyður er deyðin og horvið er hav. (SFK,579,6).
Embætis míns vegna vígi eg henda stað í navni Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans.
Guðs friður hvíli yvir hesum staði og teimum, sum her liggja og okkum øllum.
Latum okkum biðja:
Faðir vár, tú sum ert á himnum!
Heilagt verði navn títt;
komi ríki títt;
verði vilji tín, sum í himni so á jørð;
gev okkum í dag okkara dagliga breyð;
og fyrigev okkum syndir okkara, so sum vit eisini fyrigeva teimum, ið móti okkum synda;
og leið okkum ikki í freistingar;
men frels okkum frá tí illa;
tí at títt er ríkið, valdið og heiðurin um allar ævir!
Amen.
Harrans Jesu Krists náði og kærleiki Guds og samfelag heilaga andans veri við okkum øllum.
Harrin vælsigni og varðveiti teg!
Harrin lati andlit sítt lýsa yvir teg og veri tær náðigur!
Harrin lyfti upp ásjón sína yvir teg og gevi tær frið!
Amen!
Onnur tíðindi