Skriva út

Takkarorð. Við handanina av trygdarmontri. Fámjins kirkja. 8. september 2010.

10.09.2010 Tíðindi
Takkarorð. 
Við handanina av trygdarmontri. 
Fámjins kirkja. 
8. september 2010.


Góðu áhoyrarar.

Sum prestur á staðnum vil eg egna vegna, kirkjunnar vegna og vísandi til bræv frá tí játtandi og góðkennandi kirkjuliga myndugleikanum siga Tryggingarfelagi Føroya hjartaliga takk fyri hesa stórfingnu gávu, sum okur í dag fáa handað.

Tøkkin kann verða víðkað og vera frá øllum Føroya fólki. Tí merkið er ikki bara ogn Fámjins kirkju, men er einki minni enn eitt klenodium hjá allari tjóðini. Og tað er ein stoltleiki og ein gleði fyri okum øll, sum hoyra heima her ella varða av, at kirkjan her er karmur um Merkið og tann samleika, tað gevur okum sum fólk og tjóð.

Tað var á sumri 1919, at tann 22 ára gamli løgfrøðislesandi Jens Oliver Lisberg hevði merkið við sær heim úr Danmark, har hann saman við øðrum studentum hevði evnað tað til.

Hetta sama summarið veitraði tað á fyrsta sinni her í bygdini. Óvist er í hvørjum sambandi tað var. Eg havi hoyrt nevnd ymisk høvi, men fái einki av teimum at passa við kirkjubøkurnar. Á alnótini stendur nevndur sunnudagurin 22. juni. Um okkurt tiltak kann hava verið í bygdini tann dagin, sum hevur givið høvi til at flagga, dugi eg ikki at siga.

Men alt annað líka, hann læt merkið liggja eftir seg í barnaheiminum, tá hann fór avstað aftur. Hetta hevur óivað verið seinastu ferð, hann var heima.

Tí hann gjørdist sjúkur og tann 31. august 1920 doyði hann á kommunuhospitalinum í Keypmannahavn. Hann varð jarðaður her í heimbygdini tann 19. september. Tað sigst at tann dagin varð flaggað við merkinum. So tað eru júst í hesum døgum 90 ár síðan hann stóð undir børu. Sum kunnugt er gravsteinurin eisini minningarsteinur, sum føroyska studentafelagið í Keypmannahavn hevur sett yvir hann.

Missurin av Jens Olivuri var ógvuliga harður og svárur fyri familjuna. Havi hoyrt at mamman kom ongantíð yvir sorgina. Men hevur hetta møguliga verið medvirkandi til, at merkið var varðveitt í familjuni, sum eitt minni um hann.

Í 1954 tók ein av skyldmonnunum hjá Jens Olivuri, lærarin og deknurin í bygdini Niels Lisberg saman við familjuni stig til at geva kirkjuni merkið í varðveislu. Seinni flutti Niels til Vestmanna, har hann nú býr.

Eisini tá kom føroyska studentafelagið inn í myndina og hevur givið rammuna. Í august mánaði 1955 varð merkið hongt upp í kirkjuni. Fyrstu árini hekk tað á suðursíðuni millum bæði uttastu vindeyguni.

Men tá kirkja í 1989 fekk eina størri umvæling undir leiðslu av arkitektinum Allan Havsteen Mikk-elsen, var tað flutt á sítt núverandi pláss.

Meðan umvælingin fór fram var merkið í Havn, har konservatorin á fornminnnissavninum Súsanna Joensen tók sær av neyðugum ábótum og fekk tað viðgjørt, so at tað betur verður varðveitt í framtíðini. Eisini varð her í kirkjuni syrgt fyri at hava støðugan hita, so at merkið kom at hava so góðar umstøður, sum til bar.

Nevnast kann, at kirkjan, eftir umvælingina, varð tikin í brúk aftur við eini gudstænastu 22. juni. Tað eisini fyri samstundis at markerað 70 ára dagin hjá merkinum.

Men Merkið var ikki trygt, um eldur skuldi komið í. Um enn tað kom óvart á, so var tað tí ógvuliga gleðiligt, tá Oda Andreasen vegna Tryggingarfelagið í vár setti seg í samband við okum við fyrispurningin og tilboði um at fáa hetta montrið til merkið, sum kundi tryggja tað, um ólukkan skuldi hent.

Sjálvandi søgdu okur takk fyri tilboðið, treytað av, at tann játtandi kirkjuligi myndugleiki eisini tók av. Tað gjørdi hann, og skulu tey hava takk fyri tað.

Nógvar góðar hendur hava verið við í fyrireikingunum til hesa løtuna. Tað er altíð eitt sindur vandamikið at nevna nøvn. Onkur kann lættliga detta niðurímillum. Tí eingin nevndur eingin gloymdur. Frá okum sum hava við kirkjuna at gera skulu tykur øll hava eina hjartaliga tøkk.

Sum longu nevnt er her ikki bara talan um eina gáva til Fámjins kirkju, men til alt føroya fólk.
Tí merkið er jú okra felags savningarmerkið og við til at geva okum samleik. Við sínum formi knýtir tað okum eisini at tí norðurlendsku familjuni, og við sínum litum knýtir tað okum serliga at brøðratjóðunum, sum okur hava felags røtur við Íslandi og Noregi.

Við krossmerkinum gevur tað okum eisini samleika sum kristin tjóð. Og er tí kirkjan eisini ein verdigur og vakurt karmur, har tað verður varðveitt.

Nú eindarmentanin, eisini um okra leiðir er á víkjandi føti, og tí spurningurin um tey religiøsu symbolini óivað eisini kemur á dagskránna hjá okum, soleiðis sum hann er tað fleiri staðni, er tað mín bøn og vón, at krossmerkið framvegis verður okra eyðkenni.

Ikki bara í merkinum, men at krossmerkið eisini framvegis má fylgja okum í tí dagliga lívinum, soleiðis sum nógv av okum í Harrans húsi eru vorðin signaði við tí, og síðani hava lært at signað okum við tí líka frá barnsbeini av.

Tað merkir ikki at okur skulu vera bangin fyri ávirkanini uttanífrá ella at okur skulu ikki lata okum upp fyri øðrum, men okur mugu vera so trygg í okra egna samleika sum føroyingar og sum kristin, at okur kunnu rúma øðrum, uttan at okur harvið missa okum sjálvi burtur.

Eg vil tí enda við orðunum úr tjóðsanginum:

Eg nígi tí niður
í bøn til tín, Gud,
Tín heilagi friður
mær falli í lut.
Lat sál mína tváa sær í tíni dýrd,
So torir hon vága
av Gudi væl skýrd-
At bera tað merkið,
sum eyðkennir verkið ,
ið varðveitir Føroyar mítt land.

Enn einaferð. Hjartaliga takk.

Jónsvein Bech, sóknarprestur.