Skriva út

Takk fyri stuðulin!

01.12.2022 Tíðindi

Sunnudagin 13. november 2022 gekk talvan í føroysku kirkjunum til frama fyri Barnabata.

Fólkakirkjan ynskti at hjálpa Barnabata at hjálpa familjum, har korini eru trong.

Inn komu tilsamans 100.000kr, sum nú verða fluttar Barnabata.

Í kvøld 1. desember verður árliga jólakonsertin “Í menniskjum góður tokki” í Vesturkirkjuni, har somuleiðis ber til at stuðla barnafamiljum í Føroyum, sum liva í fátækraváða.

Konsertin byrjar kl. 20.00 og verður send beinleiðis í Kringvarp Føroya.

Til ber eisini at stuðla umvegis heimasíðuna hjá Barnabata.