Skriva út

Tað heilaga og kirkjan

30.09.2009 Tíðindi
Tað heilaga og kirkjan

Jørðin er góð, og tímiligir lutir eru mangan hentir. Tað rýkur av mold at teim flestu bústøðunum. Húsini, bilurin og jørðin siga saman við øllum øðrum ognum, at vit hava valt at liva á jørðini. So fáur velur tilvitað jørðina frá.

Ikki tí, jørðin er góð. Lívið er ein gáva frá Guði. Jørðin, kend andlit og heit hjørtu ríka tilveruna og skapa innihald í degnum. Tað er so ovurhonds ríkt, tá tað eydnast at liva eitt gott lív.

Mitt í tí jarðiska millum onnur hús stendur kirkjan. Tilfarið minnir um tilfarið, ið grannin nýtti til síni egnu hús. Takið er keypt ella framleitt at kendari verksmiðju, ella flagið er tikið av bønum, ið fedrarnir veltu við spaka og handamegi.

Út og inn úr kirkjuni gongur kirkjulið, tænarar og hirðar. Jørðin nemur í allar mátar okkum. Vit eru gyrd í tímiligar brøkur, og tímiliga vælveru hóvar teim flestu. Eyðvitað skulu vit hava ein nýggjan bil, ein størri skýggja og meira ferð á telduna. Eisini kirkjuliðið livir í tí jarðiska og er bundið av tí klokku, ið skipar dagin og setur dagsskránna.

Eingin munur
Henda staðfesting og aðrar líknandi gera tað viðhvørt torført at varðveita eina hóvliga heildarmynd. Í prædiku kunnu vit koma so langt, at vit næstan tilbiðja tilveruna, ið ber sjónligar blettir. Hin burturvilsti verður hetjan, ikki tí at hann kom heimaftur, - men vegna tess at hann fór burtur.

Tað er uppgávan hjá kirkjuni at prædika evangeliið um Jesus, ið elskar øll. Tað er lutur kirkjunnar at staðfesta, at øllum hava syndað og vanta Guðs heiður. Tað er ein gleðiligur boðskapur, at vit kunnu koma til Jesus, soleiðis sum vit eru, og eingin verður rikin burtur.

Tað er tekin um andaligt ómegd, um vit nýta drúgva tíð til at tosa um tað, ið miseydnast. Tað er tekin um máttloysi, um vit ístaðin fyri at tilbiðja Kristus eru upptikin av menniskjansligum føllum. Vit skulu ikki einvíst umtala syndina í neiligum ella jaligum orðum, tí syndin kemur ongantíð einsamøll. Hon hevur altíð nøkur hjáárin, sjónlig ella ósjónlig.

Stórur munur
Guð ger ikki mannamun, men menniskjan er ikki Guð og skal heldur ikki látast sum um. Bæði tá alt vignast væl og tær løtur, ið eru tungar, mega vit lata Guð vera Guð. Vit mega halda fast við, at vit eru menniskju, og at vit eru grógvin føst í tí tímiliga.

Tá hetta er staðfest, so er tað heilt einfalt satt, at tað er stórur munur á, hvussu tilveran lagar seg. Nøkur fáa eitt ríkt lív. Onnur fáa tungar dagar og tyngri løtur. Nógvar orsøkir kunnu vera, og vit eiga als ikki at nýta hørð orð ella tosa sum betri vitandi.

Spurningurin er viðkomandi. Hvussu fáa vit eitt gott lív? Hvar finna vit eina lívsgóðsku, sum varðveitir virðið, uttan mun til um vit fáa undanvind ella mótburð.

Tað heilaga
Svarið finna vit í tí kristnu trúnni. Tað er tað heilaga, tað æviga, ið ger jarðarlívið ríkt og signað. Tað heilaga er næstan eitt fremmant orð, men hóast tað er tað eitt týdningarmikið orð. Tað heilaga er lykilin til eitt gott lív, og tað lønar seg á jørðini at geva tí heilaga gætur.

Tað heilaga gevur almikið av signing, tímiliga og andaliga signing. Í prædiku hava vit ofta lyndi til at lasta tey, ið royna at liva eitt rættskaffið lív. Vit kallað tey heilag í tí merking av orðinum, at tað er ikki meira enn næstbest at vera heilagur.

At liva eitt rættskaffið lív ber beinleiðis signing við sær. Førleikin at taka avgerðir er til staðar. Lívið verður tikið í álvara. Harafturat verða tey, ið halda seg til tað heilaga, spard fyri nógv. Tað heilaga er ein vegvísari, sum vit kunnu fylgja. Tað er ein vegvísari, ið vit kunnu venda aftur til, tá vit snáva og falla á leiðini. Tað heilaga er heilagt og ódálkað av føllum menniskjans.

Kirkjan er eitt heilagt hús
Tað heilaga býr í menniskjans hjørtum og byggir sær bústað á jørðini. Hesir bústaðir eru kirkjur og onnur gudshús. Í eini kirkju fara vit fram við virðing fyri tí heilaga í atferð, verki og orðum.

Eitt gudshús er ikki sum øll onnur hús. Tað heilaga húsið er halgað honum, ið heilagur er. Har býr navn Guðs, har býr Guð og letur seg finna í orðum, sálmum, bøn og sakramentum.

Virðingin fyri tí heilaga gagnar jørðini. Hinvegin dregur tað jarðliga so mikið, at jørðin kann koma í neyð av sær sjálvari. Tað heilaga hartar ikki jørðina, tað gagnar jørðini og frelsir menniskju úr andaligari fátækt og trongstøðu.

Hin heilagi Jesus
Tað heilaga, sum borið varð undir belti. Tað var hann nevndur sum burður. Navn hansara er heilagt og frelsir menniskju frá syndum teirra. Heilagt er navn faðirsins í bønini faðir vár.

Í allar mátar er Jesus meira enn alt annað. Gitin av heilagum anda, føddur av Mariu moy. Hann er heilagur, sonur Guðs. Á jørðini vil hann menniskjum væl bæði tímiliga og andaliga. Og ævinleikin heima í dýrd Guðs er sælur. Guð okkara, Jesu Kristi faðir, sum er í himlinum.

Søkja ásjón Jesu Krists
Tað hendir seg, at tey, ið ganga í kirkju og á møti, verða eyknevnd “tey heilagu”. Sagt verður, at vit halda, at vit eru betri enn onnur. Tað kann væl vera, at vit viðhvørt eru óheppin í orðavali, atferð og medferð. Men fyri tey flestu er tað galdandi, at júst kirkjan er okkara andaliga heim og ein stórur partur av okkara lívi. Ikki tí vit halda, at vit eru fullkomin, men tí vit søkja ásjón hansara, ið fullkomin er, - ásjón Jesu Krists.

Tað heilaga samfelagið
Tað er ein andalig dygd og eitt stórt virði í teimum menniskjum, sum søkja tað heilaga samfelagið. Tey, ið vitja gudshúsini, eru súlur og berandi eindir í kristnum verki. Trúgvin mennist og andin lívgast, og júst soleiðis merkir umhvørvið jalig hjáárin av trúnni.

Tað er ikki ein spurningur um at vera fullkomin. Tað ræður um at søkja hin fullkomna og vera sjónlig á heilagum støðum, so tey, ið koma á gátt, kunnu kenna, at kirkjan skapar hita í tilveruni og varpar eitt ævinleikans ljós á tað tímiliga. At hin einstaki við sínum dygdum og føllum kann gerast partur av tí heilaga samfelagnum.

Eitt heilagt hús.
Kirkjan er ein halgidómur og harvið eitt heilagt hús. Virðingin fyri Guði sæst aftur í kirkjunnar virksemi. Ein tignarlig andakt, kvirra og lovsangur. Andaliga kunnu vit nýta myndina og siga, at vit fara úr skónum, tí jørðin, ið vit standa á, er heilag.

JF.