Skriva út

Tá Bergtórur var í tí kreativa horninum

08.04.2022 Tíðindi

Tað hevur nógv at siga, at familjan fer saman í kirkju, og at tað verður skipað soleiðis fyri, at bæði tey vaksnu og børnini fáa ein boðskap sum er myndaður júst teimum.

Orð: Snorri Brend (folkakirkjan.fo)/Myndir: Hoyvíkar kirkja.

HOYVÍK: Í mong ár hevur verið tosað og skrivað nógv um, hvussu ein kann fáa fleiri fólk í kirkju: Hvussu kunnu vit fáa tey ungu at ganga í kirkju? Og hvussu kunnu vit fáa børnini – les: familjurnar – at koma í kirkju?

Nógvar hugsanir og ætlanir eru gjørdar um henda spurningin. Ein teirra, sum tykist rigga væl, er at bjóða øllum til gudstænastu, men at børnini undir gudstænastuni fara fyri seg í sunnudagsskúla, meðan foreldrini verða sitandi.

Eitt av støðunum, har ein fyri mongum árum síðani fór undir at hava sunnudagsskúla undir kirkjutíð, er Hoyvíkar kirkja. Tað er eisini her í økinum at fólkatalið veksur mest, og tað er somuleiðis higar, at flestu barnafamiljur flyta. Tí var, og er eisini tørvur á einum tilboði í kirkjuni til tey yngstu.

Soleiðis var eisini gjørt ein av hesum sunnudøgunum – næstseinasta sunnudag – tá ikki færri enn tveir prestar vóru í kirkjuni til gudstænastuna – Theodor E. D. Olsen og Bergtórur Hjelm Bjarkhamar. Teir høvdu frammanundan gjørt sær uppgávubýtið klárt: Theodor prædikaði fyri teimum vaksnu, meðan Bergtórur skuldi halda sunnudagsskúla í kirkjukjallaranum.

Og nógv børn vóru møtt í sunnudagsskúla, og tað var ikki frítt, at Bergtórur var í tí kreativa horninum og hevði fyrireikað seg væl, sum lesast kann longur niðri í greinini. Sum myndirnar vísa, var uppmøtingin av børnum og vaksnum góð henda dagin.

Úr Hoyvíkar kirkju verður annars sagt, at eftir páskir verður sunnudagsskúlin skipaður soleiðis, at hann hereftir fer at verða annan, triðja og fjórða sunnudag í mánaðinum. Fyrsta sunnudag í mánaðinum verður ein barnavinarlig gudstænasta, og tá er ikki sunnudagsskúli.

- Byrjað verður sunnudagin eftir páskir, 24. apríl, verður upplýst úr Hoyvíkar kirkju.

ØLL Í KIRKJU SAMSTUNDIS
Um ein hyggur nøkur ár aftur í tíðina, so var ein sunnudagur rættiliga fast skipaður frá morgunstundini av:

Í mongum heimum var vanligt, at ein fyrst fór í kirkju sunnumorgun, og nakrar tímar seinni var tað so, at ein átti sítt fasta pláss í missiónshúsinum, tá sunnudagsskúli var. Og so var tað enntá onkur, sum valdi at raðfesta møtið sunnukvøld eisini ein slíkan heiligdag.

Samfelag okkara er nógv broytt, og er hesin siðurin ikki so sjálvsagdur longur. Kirkjurnar ynskja sjálvandi at fólk koma til gudstænastur, og missiónshúsini ynskja at foreldrini leiða tey yngstu og ungu til tiltøkini har.

Fyri nøkrum árum síðani byrjaðu kirkjurnar sjálvar at gera nakað við hesa avbjóðingina, at nógvar familjur høvdu ein stressaðan gerandisdag og frídagar. Ein ynskti í roynd og veru at knýta bæði kirkjugongdina og sunnudagsskúlan saman, samstundis og undir einum og sama taki. Og soleiðis er skipanin nógvastaðni vorðin fastur táttur.

Her verður skipað soleiðis fyri, at øll familjan fer til gudstænastu klokkan 11 ella klokkan 12, alt eftir staði og árstíð. Men undir gudstænastuni, ofta undir síðsta sálmi áðrenn prædiku, fara børnini fyri seg, annaðhvørt í kirkjukjallaran, staðbundna missiónshúsið ella kirkjuhúsið beint við.

Her eru tað so nakrir ídnir sunnudagsskúlalærarar – sum tað áður nevndist – sum taka sær av sangi, boðskapi, søgu og øðrum kreativum innsløgum, ið børnunum tykjast dáma væl. Í øllum førum skilst, at tað eru tey somu sum koma aftur og aftur, og oftast fylgd av øðrum av foreldrum sínum, meðan hitt er til gudstænastuna.

Men so er tað eisini tey sunnudagsskúlabørnini, sum eru so heppin at hava ein prest, enntá í prestakjóla, og sum eisini dugir væl at siga børnunum frá bíbliusøgum.

KURV OG FISKAR
Hetta var júst tað, sum børn og vaksin, sum fóru í sunnudagsskúla í Hoyvíkar kirkju herfyri, sluppu at uppliva.

Henda sunnudagin 27. mars, ið somuleiðis var miðføstu sunnudagur, var prædikuteksturin um, at Jesus lýsir seg sjálvan sum ”lívsins breyð”. Og hesin tráðurin var sjálvandi eisini tikin upp, tá sunnudagsskúlin varð hildin undir gudstænastuni í kirkjukjallaranum.

Henda dagin var tað teirra egni prestur, Bergtórur Hjelm Bjarkhamar sum hevði dagsins tekst fyri børnum og vaksnum, har hann tók ein annan og kreativan vinkul upp í samband við hetta, at Jesus er lívsins breyð.

Og Bergtórur var ikki komin tómhentur í kirkjukjallaran. Eitt var, at hann var í prestakjóla, men hann hevði eisini tikið við útgerð, ið skuldi lýsa hesa søguna á serstakan hátt. Hann tosaði um sonevnda breyðundrið, og við eini kurv við tveimum fiskum og fimm breyðum í, fekk hann á ein kreativan hátt lýst søguna..

Sum skilst eydnaðist tað honum at fanga áhugan hjá børnunum, sum her lærdu um, hvussu Jesus vendi sær til sín Faðir á himli, og sum aftur førdi við sær, at øll tey túsundtals fólkini, sum vóru samankomin har, gjørdust mett.

Helst ein minniligur sunnudagsskúli, bæði hjá børnum og vaksnum.

FAMILJUBONKURIN
Tá vit umrøða sunnudagsskúla í kirkjutíð, so má eisini viðmerkjast at tað eru ikki øll, ið eru fegin um hetta.

Tað finnast sjálvandi tey sum halda, at børnini eiga at fara til gudstænastuna saman við teimum vaksnu, fyri at venja seg við henda felagsskapin – og ikki minst fyri at tey læra seg at sita á familjubonkinum.

Hinvegin eru tað tey – og kanska tey flestu – sum hinvegin duga at síggja tað stóra í, at familjan fer saman í kirkju, og at tað verður skipað soleiðis fyri, at bæði tey vaksnu og børnini fáa ein boðskap sum er myndaður júst teimum.

Lítil ivi man vera um, at flestu foreldur eru fegin um at hava báðar møguleikarnar tøkar: Annaðhvørt at børnini verða sitandi á familjubonkinum, ella tey fara við hinum til sunnudagsskúla.

Um ein hyggur eftir hagtølunum, so man lítil ivi vera um, at har sunnudagsskúlin verður hildin í kirkjutíð, síggjast fleiri fólk í kirkjuni ein sunnumorgun, og at børnini trívast við hesum.

Hetta er so avgjørt ein íløga í framtíðina, og er við til at gera kirkjuna viðkomandi fyri barnafamiljurnar.