Skriva út

Syngja føroyskt í Vágum

02.03.2023 Tíðindi

Í samband við átakið “Spæl føroyskt”, sum í ár er í viku10 frá sætta til tólvta mars, er Tónleikasamband Føroya komið við tí hugskoti, at víðka tiltakið til ikki bara at vera í útvarpi, men eisini ymsastaðni kring landið. Eitt nú kirkjum og samkomuhúsum.

Prestarnir í Vága prestagjaldi hava tikið hugskotið til sín, og í tí sambandi verður skipað fyri sálmakvøldi í Sandavágs kirkju mánakvøldið 6. mars klokkan 19.30.

-Tað snýr seg um hetta einfalda: at koma saman og syngja føroyskt í kirkjuni, sigur Inga Poulsen Dam, prestur.

Fyriskiparanir vóna at kunna fylla kirkjuna við fólki – saktans úr øllum landinum – sum dáma væl at syngja sálmar í felag.

Sungið verður bæði úr “gomlu” sálmabókini og úr Sálmabókaískoytinum.