Skriva út

Súrdeiggj og etikkur

06.12.2021 Tíðindi

Adventin er serstøk tíð. Kavi, hálka, vindur og so heilt serstakir dagar, tá tað er sólarrenning í øllum litum og stilli.

Vit bíða. Vit hava bíðað í meiri enn eitt ár. Bíðað eftir at alt verður normalt aftur, at vit aftur kunnu flúgva, hittast, fara í kirkju, út á matstovu – gera sum okkum lystir.

Og vit bíða enn.

Vit duga illa at bíða, eru von at skunda okkum. Longu í oktober byrja handilsjólini, og tá november snarar, standa liðug pyntað jólatrø í vindeygunum og perur lýsa og skyggja og royna at vinna á myrkrinum. Og í hesi koronutíð hava vit lært, at vit kunnu ikki alt, vit kunnu ikki bara fara á flog, kunnu ikki halda stór brúdleyp ella leggja ætlanir við nógvum fólkum. Um nakað, so hava vit lært orðini samhaldsfesti og hvat ein næsti er, at eg eri tín næsti og tú ert mín næsti.

So saman við súrdeiggi eru nýggj etisk stórmál vavd uppí, hvat kann eg loyva mær og hvat ber til?

Burtur við ráðunum frá coachum um at “standa og eygleiða seg sjálva í speglinum og gleðast um at eg eri eg og klemma meg, tí eg havi uppiborið tað”. Liðugt við at seta seg sjálva í miðdepilin, tí har stendur næstin, havi eg varnast.

Gamalt var, at adventstíðin var nevnd jólaføstan, tú fastaði til nakað størri fór at henda. Adventstíðin var tíðin til umhugsunar. Summi hava Feng Shui rudda og lært, hvussu mann verður lukkuligur, tá mann leggur hosur og undirklæðir á serstakan hátt í skuffuna. Vit hava fastað frá skíggjatíð og saftiga moyra búffinum, men nógv av tí var bert spæl til tann dagin, tá Covid-19 kom á pallin, tí hon noyddi okkum at seta aðrar spurningar, sum vit als ikki høvdu hugsað um áðrenn.

Hvat hugsar tú, hvar fert tú, hví gert tú so, kundi tú gjørt tað øðrvísi, hugsar tú um biodiversitetin, dálkingina, oljuna og vindmyllur, um oyðsl bæði av menniskjum og mati og klæðum, hvussu við triðja heiminum, hvussu ber tú teg at móti starvsfelagum, tí sum ber brek, hvussu við tínari søgu, hvussu við alheims upphitingini, hví hava vit hesar standmyndirnar, hvørji symbol hava vit, happa vit við okkara góðgæti og vaniljusukri, hevur tú varnast, at hóast vit eru ymiskt klødd og búgva ymiskt, so eru vit øll bert nakin menniskju? At “all lives matter”?

Korona skræddi onkursvegna okkura masku av og gav okkum aðra ístaðin, hon vísti okkum okkara gykl, at vit hava hildið, at til ber at krevja alt og bara mann ynskir tað nóg inniliga, so fari eg at fáa tað. Vit eru bara menniskju, sum eru treytað av hvørjum øðrum.

At seta slíkar spurningar er at vera menniskja, at gáa og reflektera vísir, at vit hava sál og eru andaligar verur, tí okkurt má vera størri og betri og meira friðsælt enn tað, eg við mínum hondum kann stápla uppá beinini?

Tí gjøgnum adventina koma vit til krubbuna í Betlehem. Og tað hendi í teimum døgum, tá Bárður á Steig Nielsen ráddi fyri borgum, at tilmæli komu, at øll skuldu fara at fáa eitt prik. Og flestu fóru, hvør í sínum lagi, í langa raðir at standa. Maria og Jósef vóru á ferð, tí tey fingu eini boð og vóru boðini lýðin. Onki við at muta ímóti og siga:“Hvat fái eg burtur úr tí “?

Men Maria trúði, stendur skrivað. Og á ferðini á asnabaki var hon komin á tíð. Har var ongin scanning, sum vísti, hvussu barnið hevði tað, ongin epidural blokada ella føðitaska. Onki koronapass og onki spritt. Onki oyramerkt barsil ella samferðsla, sum lá lamin.

Og einglar komu við ongari fjaðrafrástøðu og søgdu orðini: “Óttast ikki”. Ótti, sum er en diagnosa, sum so nógv menniskju hava í dag. Hvussu fegin vildu nógv menniskju ikki hoyrt hesi orð og merkt, at óttin og ampin hvurvu?

Og hvussu við okkum, sum hvønn dag hoyra um virus, sum hava nøvn úr griska alfabetinum? Omikron, hesir ósjónligu variantar, sum renna saman her og har og heimurin hevur ampa og óttast, tí farsóttir taka fólk við sær, sum vit vilja hava vera verandi. Skulu vit ikki óttast?

Var Maria spurd, um hon vildi bera barnið, eiga tað og síggja allan ræðuleikan, sum fór at henda, ivist eg onga løtu í, at hon hevði borið seg undan. At hon ikki óttaðist, men fór undir uppgávuna, hevur sanniliga borið ávøkst.

Aldargomlu boðini um ikki at óttast eru enn galdandi, tí gleðin føddist við Mariu á jólum.