Skriva út

Sunnudagsskúlin ein sólskinssøga

16.08.2010 Tíðindi
Sunnudagsskúlin ein sólskinssøga


Fyriskipararnir av sunnudagsskúlanum í Hoyvík leggja stóra orku í at fáa ein góðan sunnudagsskúla við spennandi og ríkum innihaldi.

Í Hoyvík er sunnudagsskúli undir gudstænastuni. Sunnudagsskúlin verður hildin í kirkjukjallaranum. Snorri Brend er ein partur av sunnudagsskúlatoyminum.

– Vit eru nøkur fólk, sum hava býtt okkum upp í trý toymi, og skiftast so til at hava sunnudagsskúlan, sigur Snorri, sum eisini er kirkjuráðslimur og klokkari í Hoyvíkar kirkju.

Tað koma millum 30 og 60 børn til sunnudagsskúlan.
– Vit halda, at tað er eitt sera gott tiltak, sum gevur barnafamiljum møguleika at koma í kirkju. Børnini byrja uppiá saman við foreldrunum, og undir sálminum beint undan prædiku fara børnini niðirundir. Vit gera nógv burtur úr at hava ein góðan sunnudagsskúla við ríkum innihaldi. Sunnudagsskúlalærararnir eru væl fyrireikaðir, og umstøðurnar í kjallaranum eru góðar. Kirkjuráðið hevur bakkað sera væl upp um arbeiðið, sigur Snorri, sum sjálvur er familjupápi.
– Eg haldi, at tað er deiligt at hoyra og síggja børn í kirkjuni. Tað er eisini deiligt at síggja heilar familjur í kirkju.

Sunnudagsskúlin í kirkjuni í Hoyvík er eisini ein limur í barnaarbeiðnum hjá Heimamissiónini og brúkar nógv tilfar har frá.
Tey í Hoyvík hava fingið eitt samstarv við sunnudagsskúlan á Eiði og plaga at vitja hvønn annan.
– Vit hava gjørt útferðir, har vit hava vitja á Eiði, og tey hava eisini vitja okkum. So hava vit gjørt nakað serligt burturúr við døgurða og onkrum upplivingum aftaná sunnudagsskúlan. Hetta vóru sera góðir dagar, og tað ætla vit at endurtaka, sigur Snorri.

Sum heild eru tey væl nøgd við sunnudagsskúlan í Hoyvík, og tey ætla framhaldandi at menna sunnudagsskúlan og samstarvið við aðrar sunnudagsskúlar.
– Vit vilja fegin bjóða ein fyrsta flokks sunnudagsskúla, sum ikki einans er barnaansing, men eisini bjóðar meiningsfult innihald til børnini, sigur Snorri Brend at enda.

Orð og mynd: Heini S. Kristiansen