Skriva út

Sunnudagin 4. juli kl. 16.00, hevur Gøtu Kirkju Ungdómskór, summarkonsert í Dómkirkjuni

02.07.2021 Tíðindi

Skráin er bæði fjølbroytt og krevjandi, men kórið hevur lagt dent á, at hon eisini skal vera áhugaverd - kórið ger tí nógv burturúr sjálvari framførsluni.

Umframt eina røð av spirituals, verða fleiri føroysk kórverk á skránni, og so ikki at gloyma Randall Strope, har vit m.a. fara at framføra eitt ógvuliga dramatiskt kórverk, sum lýsir umvendingina hjá Paulus.

Tað hevði glett okkum at sæð nógv fólk til hesar konsertir, so set kross í kalendaran.