Skriva út

Sunnudagarnir 7. og 14. november 2021 - kirkjuligar tænastur í november Covid-19

05.11.2021 Tíðindi

Nú Covid-19 av álvara ger um seg, hevur leiðslan í fólkakirkjuni samskift við læknafrøðiliga myndugleikan. Samskiftið bygdi á nýggju tilmælini frá Løgmanni, ið eru fráboðað í dag tann 3. november 2021.

Smittan er órógvandi høg og ferðast um alt landið. Tess vegna metir leiðslan tað skilagott, at fólkakirkjan ger alt, ið hon kann, til tess at steðga smittuni.

Mælt verður til, at ongar gudstænastur verða hildnar til og við 14. november 2021. Samstundis verður virksemið hjá kirkjuni tillagað umstøðunum í samfelagnum.


Hámarkið er 50 fólk

  • Almennu myndugleikarnir hava ásett eitt hámark. Kirkjan eigur at fylgja hesi áseting, so øll átøk í kirkjuni halda hámarkið. Talan er bæði um dóp, vígslu og jarðarferðir.

Barnadópur

Við tað at smittan serliga ferðast millum børn og ung er tað alneyðugt, at vit eru sera varin, tá ið barnadópur er.

  • Ynskiligt er, at so fá fólk sum møguligt eru til staðar í kirkjuskipinum, tá børn verða doypt.
  • Mælt verður staðiliga til, at vit í november doypa børnini uttan fyri vanliga kirkjutíð.
  • Í kirkjum/kirkjuhúsum, har sunnudagsskúli verður hildin í kirkjutíð, verður mælt til, at hann verður avlýstur sunnudagarnar 7. og 14. november.
  • Mint verður á kendu tilmælini um frástøðu og reinføri.

Altargongd

  • Mælt verður til, at staðbundna kirkjan í november 2021 fer aftur til ta serligu skipan og mannagongd, ið áður er nýtt við atliti at Covid-19.
  • Mint verður á kendu tilmælini um frástøðu og reinføri.

Brúðarvígsla

  • Mælt verður til, at sitið verður í øðrum hvørjum beinki í november, so frástøða verður hildin.
  • Mælt verður til, at fólkatalið í kirkjuskipinum verður tillagað støddini á kirkjuni. Smærri kirkjur á stødd við Elduvík og Sandvík í mesta lagi 25 fólk. Annars er evsta hámark 50 fólk uttan mun til støddina á kirkjuni
  • Mint verður á kendu tilmælini um frástøðu og reinføri.


Jarðarferð

  • Mælt verður til, at sitið verður í øðrum hvørjum beinki í november, so frástøða verður hildin.
  • Mælt verður til, at fólkatalið í kirkjuskipinum verður tillagað støddini á kirkjuni. Smærri kirkjur á stødd við Elduvík og Sandvík í mesta lagi 25 fólk. Annars er evsta hámark 50 fólk uttan mun til støddina á kirkjuni.
  • Mint verður á kendu tilmælini um frástøðu og reinføri.

Konsertir

  • Mælt verður frá at hava konsertir og annað kirkjuligt virksemi í kirkjum og kirkjuhúsum til og við sunnudagin 14. november.

Sosial samvera

  • Mælt verður frá at hava sosiala samveru og ervi í kirkjum og kirkjuhúsum til og við sunnudagin 14. november.

Reinføri og frástøða

  • Mint verður á kenda setningin um reinføri og frástøðu. Vinarliga havið spritt til hendurnar standandi á sjónligum støðum í forkirkjuni og aðrastaðni.

Stroyming av kirkjuligum tænastum

  • Stroyming av gudstænastum og kirkjuligum tænastum fer fram sambært almennum reglum. Sí viðlagda skriv frá leiðsluni dagfest 24. mars 2020.


Týsdagin 16. november 2021 verður av nýggjum mett um støðuna.


Blíðar kvøður við bøn um Guds signing yvir land og fólk.

Tórshavn 3. november 2021.

Uni Næs, dómpróstur
Jógvan Fríðriksson, biskupur