Skriva út
Sumbiar kirkja 125 ár
20.06.2012 Tíðindi

Føgur var sjónin, tá komið var úr tunlinum, og bygdin kom undan. Merkið veittraði í húnar hátt. Gott og ljóst veður, men hitin í luftini og gróðurin á bønum minti um støðuna norðanfjørðs.
Tað er vorðin siðvenja, at fólkakirkjan heldur føðingardagar. Hetta er skilagott, tí eisini ein kirkja og eitt kirkjulið hevur tørv á døgum, ið eru nakað ella væl út yvir tað vanliga. Ein glaður dagur í kirkjuligum høpi smittar, og løtan skapar trivnað og lívsgleði. Um einki er vert at hátíðarhalda, ja so er virðið og innihaldið longu niðurskrivað.
Gudstænastan var vøkur. Eitt, ið vit serliga løgdu til merkis, var sálmasangurin, so vakur sangur til væl ljómandi tónar úr urguni. Tað hjálpti eisini væl til klangin, at kirkjukórið Ljómur var til staðar. Kórið sang bæði undir gudstænastuni og uttandura, tá gudstænastan var liðug, og fólkið kom út í tað góða veðrið. Sálmar og várligir summarsangir.
Ein løta uttan fyri kirkjuna í fínasta veðri gav góðan matarlyst. Og hugurin at eta bilaði ikki, tá vit komu í samkomuhúsið til búgvið borð. Blíðskapurin var óførur. Ein hugnalig løta við røðum og sangi. Sumbiarkórið sang andaligar sangir, og tað var hiti og vælvera í rúminum.
Kirkjan í Sumba er vøkur og væl hildin, og hon er mannað á øllum postum og tænastum. Trúføst eru tey, ið gera tænastu í kirkjuni.
Spenningurin var stórur hjá okkum, ið norðanífrá fóru til Suðuroyar. Nýggir litir vóru settir á tilveruna, og vit vóru spent at síggja, hvussu køn fólk vóru komin frá uppgávuni at gera ein nýggjan leypara og samstundis klæða knæfallið og altarið. Vit vistu, at hetta var í góðum hondum, og henda vitan var staðfest.
Tað var so vakurt og gjøgnumført. Hin blái liturin, leyparin og altarið, tað var ein heild saman við tí bláa hválvinum og litspælinum í skipinum.
Listakvinnan Karin H. Brattaberg eigur hugskotið til leyparan, bæði tað symbolska og listarliga. Úr forkirkjuni og inn eftir gólvinum bróta aldurnar á leyparanum, og aldurnar verða minni og minni longur inn eftir gólvinum, vit ganga. Við altarborðið er kyrra og stilli.
Kann tað sigast betur? Tað verður í øllum førum torført!
Karin Brattaberg er komin sera væl frá uppgávuni. Mær fattast orð. Tess vegna lati eg myndirnar siga tað, ið eg ikki dugi at siga.
Av sonnum ein góður dagur í Sumba.
Orð : JF
Myndir : Emma Lund Lisberg.
Sí fleiri myndir
Onnur tíðindi