Skriva út
Sum í Danmark
11.02.2011 Tíðindi

Havi mangan hoyrt, at fólkakirkjan í Føroyum skal vera soleiðis, sum hon altíð hevur verið. Ikki ósamdur í hesi útsøgn, tí sanniliga er nógv gott í tí gomlu og kendu siðvenjuni innan kirkjugott. Ja, enntá sera gott!
Tá eg síðani spyrji fólk, hvussu fólkakirkjan skal vera, ja so er svarið mangan : “Vit koma úr donsku skipanini, og kirkjan hjá okkum skal líkjast tí donsku.”
Arvurin frá donsku fólkakirkjuni er okkum kærur. Lestrabøkurnar, sálmarnir og sálmaløgini. Og so gudstænastuskipanin.
Eyðvitað er tað rætt, at vit bæði endurskoða og hugsa nýtt. Tað merkir ikki, at tað gamla skal vrakast. Uppgávan er at gera “arvagóðsið” livandi fyri yngra ættarliðnum, so komandi ættarlið kunnu fáa sama arvagóðs í arv, tá vit leggja frá okkum. Orðið um Jesus, sálmarnar og kærleikan til tað heilaga samfelagið, kirkjuna.
Eri staddur í Esbjerg, og fekk blaðið “Ugeavisen Esbjerg” í hendi. Blaðið er dagfest 2. februar 2011. Las við áhuga blaðið og lýsingarnar frá kirkjum og samkomum.
Kirkjuliga sæð fingu orðini “sum í Danmark” allar ælabogans litir, tá hugsað verður um átøk og afturvendandi tiltøk í kirkjuni. Hugsaði við mær sjálvum, at okkara kirkja hvørki er sum hin danska ella skal líkjast henni. Hvør kirkja er sum Kristi kirkja virkin í sínum egna landi og síni egnu samtíð. Vit skulu vera ein føroysk fólkakirkja, men hava fingið í arv nógv gott “arvagóðs” frá dønum. Danir hava, eins og aðrar tjóðir, framvegis nógv at læra okkum. Í alheims høpi er eingin kirkja í nøkrum landi útlærd. Men vit hava frá kirkjufedrunum og tí kristnu kirkjuni fingið ein felags liturgiskan arv, ið er mettaður við andaligum innihaldi, - hin kristna traditiónin.
Á hesum sinni er skrivingin avmarkað til gudstænastur og tiltøk í fólkakirkjuni uttan fyri hámessutíð. Tað er kirkjuráðið, ið saman við presti hevur høvuðsábyrgd av tiltøkunum
Nevni nøkur dømi, og umseti donsku lýsingarnar leysliga. Raðfylgjan er tilvildarlig. Nevndu kirkjur eru allar í Esbjerg. Hetta verður gjørt fyri at vísa margfeldi og breiddina í kirkjunnar virksemi.
Gjessing Kirke
Gerandiskirkjan. Hygg inn á gólvið mánadagin 7. februar kl. 16-19,15. Ein áhugaverdur dagur, har vit nýta høvdið, hendurnar, beinini og tankarnar. Bókaborð og Bønarstakin (forbøn) eru opin. Ein gudstænasta út yvir tað vanliga. Felags máltíð. Øll eru vælkomin.
Vor Frelsers Kirke
Mikudagin 9. februar kl. 14,30. “Fyri hvørjum ringja klokkurnar”. Ein tíðindamaður hjá DR, ið er rithøvundur, sigur frá.
Zions Kirke.
Náttarkirkjan. Í tí stilla rúminum við livandi ljósi finnur tú frið til djúphugsan. Tú kanst biðja eina bøn, lurta eftir tónleiki, skriva eina bøn, kveikja eina kertu, vera við í felags andakt ella tosa við ein prest. Opið er 4. februar kl. 20,30 – 23,30
Sædden Kirke
Ungdóms- og ljósgudstænasta verður mikudagin 2. februar kl. 19.00. Nógv livandi ljós. Møguleiki er at stoypa sítt egna ljós kl. 18,00 – 18,45. Aftan á gudstænastuna fáa vit sodavatn og chips. Ókeypis atgongd. Øll eru vælkomin.
Áhugavert var at lesa lýsingarnar, og tilboðini í viku 5 í 2011 vóru mangar ferðir fleiri í fólkakirkjuni í Esbjerg. Ein hópur av virksemi uttan fyri hámessutíð.
At siga, at fólkakirkjan í Føroyum er sum í Danmark, er nakað nógv sagt.
Vit hava nógv at læra. Men fyrsti setningurin í lærdómsins bók er at staðfesta, at eisini í Føroyum er nógv gott. Vit eiga væl hildnar kirkjur, trúfastar tænarar og eitt gott fólk.
Um føroyska kirkjan verður betri av nýggjum átøkum? Tað er væl møguligt, og okkurt nýtt er neyðugt.
Gjørdi mær eina fyribils niðurstøðu : Gloym ikki arvagóðsið, tað slitsterka gamla evangeliið í bøn, sálmum og kirkjuligari traditión. Tað hava verið kristin fólk undan okkum, og vit byggja á verk teirra, ið undan gingu.
Jú, ein hugnalig gudstænasta ein yrkadag í eini føroyskari kirkju nakrar ferðir um árið tað myrka hálvárið. Og so kaffi og ein smákaka ella okkurt annað til matna, - tað er sanniliga gott. Tað eru tey, ið av mongum ymiskum orsøkum einans koma til tílíkar gudstænastur. Vælkomin inn um kirkjugátt!
JF.
Onnur tíðindi