Skriva út

Suðurstreymoyar eystara prestagjald

16.08.2023 Tíðindi

Søkt verður eftir sóknarpresti til Suðurstreymoyar eystara prestagjald.
Embætið verður ætlandi sett 1. oktober 2023 ella so skjótt til ber.

Talan er um eitt fulltíðarstarv, og sóknarpresturin er tænastumaður.

Eingin tænastubústaður er til embætið.

Í prestagjaldinum eru dómpróstur og tveir sóknarprestar. Sjúkrahúspresturin er tengdur at prestagjaldinum. Dómprósturin hevur sum sóknarprestur kirkjubøkurnar um hendi og er jarðarferðarmyndugleiki í prestagjaldinum.

Kirkjusóknirnar eru tvær: Havnar og Nólsoyar kirkja.

Høvuðsuppgávur prestsins eru:

  • at boða Guðs orð, halda gudstænastur og forvalta sakramentini
  • útinna tær kirkjuligu tænasturnar og lesa við konfirmantunum
  • hava sálarrøkt við sóknarbørnunum
  • taka virknan lut í arbeiðinum hjá kirkjuráðunum

Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð t.d. gudstænasta / andakt á sjúkrahúsi, ellis- og røktarheimi, stovnum og býlum. Hesi støð eru í samráð við avvarðandi myndugleikar ein natúrligur partur av yrki prestsins.

Profilur
Týdningarmikið er at skapa trivnað í og rundan um kirkjuna eisini yrkadagar. At skapa trivnað er ein felags uppgáva fyri allar prestarnar í prestagjaldinum í neyvum samstarvi við kirkjuráðini og kirkjunnar tænarar.

Vit ynskja ein prest, sum er sjónligur millum fólki í kirkjusóknunum, gevur áhugamálum fólksins gætur og tekur lut í arbeiðinum millum, børn, ung og eldri.

Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum.

Staðin biskupspróvtøka er ein fortreyt fyri at umsóknin verður viðgjørd.

Løn- og setanarviðurskifti
Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Prestafelag, har sóknarprestar verða løntir á stigi 28,1 – 36,1

Umsøkjarar mugu rokna við møguligum broytingum í kalli og embæti samsvarandi tænastumannalógini og lógini um fólkakirkjuna í Føroyum.

Umsóknarfreist
Umsóknin verður send til Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, FO 100 Tórshavn, ella til stift@kirkjan.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 6. september 2023 kl. 12.00.

Fyrispurningar um starvið kunnu setast Jógvani Fríðrikssyni, biskupi, t-postur jf@kirkjan.fo.