Skriva út

Suðurstreymoyar Eystara Prestagjald.

15.02.2008 Tíðindi
Kristine Hestbech fer aftur til Danmarkar um miðjan mars. Hon hevur verið sóknarprestur í Suðurstreymoy eitt hálvt ár. Hesa stuttu tíð er hon vorðin rættiliga væl kend bæði sum prestur og fyri síni góðu evni at halda fyrilestrar. Hon hevur gjørt kirkjuna sjónliga eisini uttan fyri kirkjugátt.

Nú søkja vit so eftir presti at taka við 1. apríl. Talan er um eitt tíðaravmarkað starv fram til 15. august 2008. Umsóknarfreistin er sett til 7. mars 2008.

Bæði Kristine og tann komandi presturin avloysa Marjun Lómaklett, ið er í barnsburðarfarloyvi og síðani longdum farloyvi.

Leiðslan í fólkakirkjuni fegnast um hetta, at kvinnur í prestastarvi hava møguleikan at vera heima hjá sínum nýføddu. Henda skipanin gagnar øllum og økir um trivnað og arbeiðsgleði. Trivnaður og nøgdsemi stendur raðfest ovarlaga hjá leiðslu kirkjunnar.