Skriva út

Suðuroyar norðara prestagjald

17.08.2011 Tíðindi
Suðuroyar norðara prestagjald (2)

Søkt verður eftir sóknarpresti til Suðuroyar norðara prestagjald við sæti í Hvalba. Talan er um eitt fulltíðarstarv, og sóknarpresturin er tænastumaður. Umsøkjarin má rokna við møguligum broytingum í kalli og starvi samsvarandi tænastumannalógini og lógini um fólkakirkjuna í Føroyum.

Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og Prestafelagið, har sóknarprestar verða løntir frá stigi 28,1 – 36,1.

Tveir sóknarprestar eru í prestagjaldinum. Presturin á Tvøroyri er kirkjubókaførandi og jarðarferðarmyndugleiki. Tænastan verður skipað í samstarvi prestanna millum. Harafturat hevur presturin í Hvalba skyldu at gera tænastu í Suðuroyar sunnara prestagjaldi samsvarandi skipaðum reglum, ið biskupur ásetir. Embætið verður ætlandi sett 1. februar 2012.

Í prestagjaldinum eru fýra kirkjusóknir : Sandvík, Hvalba, Tvøroyri og Fámjin. Umleið 2.500 fólk búgva í prestagjaldinum.

Tænastubústaður er til starvið. Prestagarðurin er í Hvalba, í Leirum 1. Sóknarpresturin hevur skyldu at búgva í prestagarðinum.

Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð. Gudstænastur verða hildnar á ellis- og røktarheimi og sambýlum.

Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum. Umsøkjarar, ið ikki eru prestvígdir, senda váttan frá pastoralseminarium saman við umsóknini.

Umsøkjarar, ið verða lidnir við lesturin komandi vár og kunnu taka við kallinum 1. juli 2012, eru vælkomnir at søkja.

Eru fyrispurningar ella ivamál, so eru tygum vælkomin at ringja ella skriva. Telefon 311995 ella jf@folkakirkjan.fo

Umsóknin verður send til Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, FO-100 Tórshavn. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 24. oktober 2011, kl. 15.00. stift@folkakirkjan.fo