Skriva út
Suðuroyar norðara prestagjald
15.02.2010 Tíðindi

Søkt verður eftir sóknarpresti til Suðuroyar norðara prestagjald við sæti í Hvalba. Talan er um eitt fulltíðarstarv, og sóknarpresturin er tænastumaður. Umsøkjarin má rokna við møguligum broytingum í kalli og starvi samsvarandi tænastumannalógini og lógini um fólkakirkjuna í Føroyum.
Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og Prestafelagið, har sóknarprestar verða løntir frá stigi 28,1 – 36,1.
Tveir sóknarprestar eru í prestagjaldinum. Presturin á Tvøroyri er kirkjubókaførandi og jarðarferðarmyndugleiki. Tænastan verður skipað í samstarvi prestanna millum. Miðað verður fram ímóti at embætið verður sett 1. mai 2010.
Í prestagjaldinum eru fýra kirkjusóknir : Sandvík, Hvalba, Tvøroyri og Fámjin. Umleið 1.950 fólk búgva í prestagjaldinum. Presturin er í ávísan mun knýttur at Suðuroyar sunnara prestagjaldi.
Tænastubústaður er til starvið. Prestagarðurin er í Leirum í Hvalba. Sóknarpresturin hevur skyldu at búgva í prestagarðinum.
Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð. Gudstænastur verða hildnar á ellis- og røktarheimi og sambýlum.
Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum. Umsøkjarar, ið ikki eru prestvígdir, senda váttan frá pastoralseminarium saman við umsóknini.
Umsøkjarar, ið ætlandi verða lidnir at lesa gudfrøði / pastoralseminariið á sumri 2010, eru vælkomnir at søkja.
Eru fyrispurningar ella ivamál, so eru tygum vælkomin at ringja ella skriva. Telefon 311995 ella jf@folkakirkjan.fo
Umsóknin verður send til Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, Postsmoga 8, FO-110 Tórshavn. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 15. mars 2010, kl. 15.00. stift@folkakirkjan.fo
Jógvan Fríðriksson, biskupur.
Onnur tíðindi