Skriva út
Suðuroyar norðara prestagjald
27.06.2009 Tíðindi
Í 2000 tók Ólavur Rasmussen við kallinum sum sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi við sæti í Hvalba. Tvey tey seinastu árini hevur hann verið í farloyvi og arbeitt við áhugaverdum verkætlanum innan skúla og mentan. Hin 1. juli tekur Ólavur formliga við kallinum. Tað fyrsta hálva árið skal hann eftir áheitan frá biskupinum arbeiða við eini verkætlan, ið lýsir og greinar tey atlit, sum føroyska fólkakirkjan hevur mótvegis føroyingum uttanlands sambært Løgtingslóg nr. 60 frá 2007.
Meðan Ólavur Rasmussen hevur verið í farloyvi, hevur Símun Jacobsen røkt kallið. Símun heldur fram hetta árið út.
Onnur tíðindi