Skriva út
Studieorlov
02.07.2007 Tíðindi
Við hesum verður sagt prestunum frá, at biskupsdømið hevur pening til, at ein prestur kann fara í lestrarfarloyvi (studieorlov) í 3 mánaðir.Tænastufrælsið verður goldið við peningi úr puljuni, soleiðis at presturin, so leingi tænastufrælsið varir, fær eina serliga førleikaviðbót, sum er á hædd við lønina. Serliga viðbótin verður útgoldin hvønn mánað í farloyvistíðini. Tænastufrælsið verður ikki talt upp í lønar- og starvsaldurin.
Starvið verður í farloyvistíðini røkt av fyribils settum avloysara.
Við tillutan av lestrarfarloyvi verður dentur lagdur á:
• lestur, sum hevur gudfrøðiligan og kirkjuligan týdning
• tænastualdur
• persónlig viðurskifti
• at umsøkjarin ikki áður hevur fingið lestrarfarloyvi.
Umsóknin skal stílast til Føroya Biskup og sendast tænastuvegin. Frágreiðing um endamálið við lestrinum og avrit av seinastu lønaruppgerð verða løgd við.
Umsóknin skal verða dómpróstinum í hendi í seinasta lagi mánadagin 16. juli 2007 kl. 15.00.
Føroya Biskupur
Hans Jacob Joensen
Onnur tíðindi