Studentaprestur til miðnám og yrkisskúlar

Søkt verður eftir presti at virka millum teirra, sum eru undir útbúgving á miðnámi ella hægri støði í Føroyum. Talan er um eitt nýtt tíðaravmarkað embæti í 4 ár við møguleika fyri leingjan í 2 ár smb. eftirmeting.
Virkisøkið
Virkisøkið er miðnámsskúlarnir og yrkisskúlarnir í Føroyum. Málbólkurin er næmingar á miðnámi og yrkisskúlunum kring landið. Arbeiðið verður skipað í neyvum samstarvi við leiðslurnar á skúlunum.
Høvuðsuppgávur
Tann sum verður settur, kemur í stóran mun at hava ávirkan á innihaldið í arbeiðsuppgávunum í samstarvi við leiðslu skúlans, men skal í høvuðsheitum:
▪ Bjóða samrøður um tilveruspurningar
▪ Veita sálarrøkt
▪ Skipa fyri bólkasamrøðum
Ein reglugerð verður gjørd fyri embætið, ið m.a. ásetur hvussu ofta arbeitt verður á skúlunum, umframt eitt ávíst tal av gudstænastum í vanligari kirkjutíð og sergudstænastum í skúlans nærumhvørvi. Umsøkjarar fáa innlit í reglugerðina við at venda sær til biskupin.
Vangamynd
Vit ynskja ein prest, sum hevur lívsroyndir og førleikar at møta teimum lesandi við teimum avbjóðingum, sum kunnu vera millum ung í nútíðarsamfelagnum. Týðandi er at vera andaliga og menniskjansliga fevnandi í hugsan og verki. Ein prest, ið kennir líkleikan og munin á eini kirkju og einum skúla.
Førleikakrøv
Umsøkjari skal hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum. Dentur verður lagdur á útbúgvingar, starvsroyndir og aðrar royndir, ið kunnu vera viðkomandi í embætinum.
Staðin biskupspróvtøka er ein fortreyt fyri at umsóknin kann viðgerast.
Neyðugt er við koyrikorti, og ferðast verður við egnum bili kring landið. Endurgoldið verður samsvarandi rundskrivi frá Fíggjarmálaráðnum.
Løn og starvsviðurskifti
Lønin er samsvarandi semju millum Fíggjarmálaráðið og Prestafelag Føroya.
Starvið er ikki tænastumannastarv, men umsøkjari, sum er í tænastumannastarvi, kann verða settur sum tænastumaður, um hann ynskir tað.
Eingin embætisbústaður er til embætið.
Umsóknarfreist
Umsókn við prógvum og lívrensli skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 15. juni 2023. Umsóknin verður send Føroya Stiftsstjórn,
J. Paturssonargøta 20, FO 100 Tórshavn, ella til stift@folkakirkjan.fo
Nærri upplýsingar um starvið fáast vit at seta seg í samband við Jógvan Fríðriksson, biskup á jf@folkakirkjan.fo