Skriva út

Stór útskifting í nevndini

06.04.2022 Tíðindi

Av tí at fleiri vóru, sum ikki stillaðu uppaftur til nevndarvalið í kirkjuráðsfelagnum, gjørdist talan um nokk so stóra útskifting, tá ið val var á ársfundinum fyri viku síðani.

Orð & myndir: Hilmar Jan Hansen.

Eini hálvtannaðhundrað kirkjuráðslimir úr øllum landinum vóru næstsíðsta leygardag møttir á ársfundi í kirkjuráðsfelagnum, sum var á Hotel Føroyum í Havn. Úr øllum landinum kundi róliga sigast hesaferð, tí fundurtíðin var løgd, so lætt var hjá øllum at ferðast til og frá fundinum.

Tað, sum óivað var mest spennandi á fundinum, var valið til nevnd, tí har var longu frammanundan greitt, at onkrar broytingar fóru at verða. Kirkjuráðsval var í november, og av tí at onkur ikki tá stillaði uppaftur og onkur ikki var afturvaldur, skuldu nøkur nýggj fólk veljast í nevndina.

Fýra av teimum sjey, ið mannaðu nevndina, tóku við afturvali. Tey vóru Dagbjørt Ó. Hansen, Katrin Højsted og Elsebeth V. Simonsen, ið sótu sum leikfólk, og Theodor Eli Dam Olsen sum prestur. Til valið vóru so trý leikfólk aftrat stillað upp og ein prestur, so nóg mikið av fólki eisini var til at manna tiltakssessirnar.

Tá ið avtornaði, fekk valið hjá leikfólkunum hetta úrslit:

  • Dagbjørt Ó. Hansen, Norðragøta, 93 atkvøður
  • Katrin Højsted, Eiði, 78 atkvøður
  • Elsebeth V. Simonsen, Viðareiði, 58 atkvøður
  • Bente Kjær, Hoyvík, 54 atkvøður
  • Bogi Olsen, Glyvrar, 40 atkvøður
  • Poulina Abrahamsen, Fuglafjørður, 40 atkvøður
  • Maria Olsen, Klaksvík 29, atkvøður
  • J. Hendrik Egholm, Sandur, 27 atkvøður

Og hjá prestunum var valúrslitið hetta:

  • Theodor Eli Dam Olsen, Hoyvík 83 atkvøður
  • Ovi Brim, Nes 62 atkvøður

Tað vil siga, at nevndina nú manna Dagbjørt Ó. Hansen, Katrin Højsted, Elsebeth V. Simonsen, Viðareiði, Bente Kjær, Bogi Olsen og Poulina Abrahamsen sum leikfólk, og teirra tiltakslimir eru Maria Olsen og J. Hendrik Egholm. Sum prestur er Theodor Eli Dam Olsen nevndarlimur og Ovi Brim tiltakslimur.

Lagt varð til brots fyrrapartin henda dagin klokkan 11.30, og fundurin endaði nakað fyri klokkan 17. Umframt vanligu aðalfundarskránna, greiddi Andrias Ziska, stiftsfulltrúi hjá Føroya Stiftsstjórn, frá um uppgávu og týdning hjá teimum, ið gera eitt arbeiði innan kirkjugátt, og síðani greiddi Ólavur Gregersen, stjóri og stigtakari til Ocean Rainforest, frá um aling av tara og um at minka co2-útlátið.

Prestarnir í Vágum, Inga Poulsen Dam og Marjun í Kálvalíð, greiddu frá eitt nýtt tiltak, Samkirkjudagar, sum verða í mai mánaði, og eisini bar landsstýrismaðurin í mentamálum, Jenis av Rana, fram eina heilsan. Dagurin endaði sum vant við, at Jógvan Fríðriksson, biskupur, segði nøkur orð.