Skriva út
Stilla upp til kirkjuráðið!
12.09.2025 Tíðindi

Valevnislistar og listar við stillarum skulu vera latnir valstýrunum hjá teimum einstøku kirkjuráðunum í seinasta lagi 23. september klokkan 22.00.
Uppgávan hjá kirkjuráðum
Kirkjuráðið í kirkjusóknini skal tryggja kirkjuliðnum góð kor fyri lívi og vøkstri í trúskapi móti lærugrundarlagnum hjá fólkakirkjuni.
Kirkjuráðið stjórnar kirkjuni í kirkjusóknini og hevur ábyrgd av fíggjar- og fyrisitingarviðurskiftunum.
Uppgávan hjá kirkjuráðslimum er tí at taka sær av dagliga rakstrinum av kirkjuni, so bygningurin er í góðum standi. Ráðini skulu skapa kirkjuni bestu kor fyri lívi og vøkstri.
Harumframt skulu kirkjuráð
• hava eftirlit við at økið rundan um kirkjuna er tignarligt
• kalla fólk til tænastuna sum kirkjutænarar: deknur, urguleikari og klokkari
• taka sær av tí praktiska við atliti at sosialari samveru (kaffi + kaka/matur)
• áseta klokkutíðina fyri gudstænastuni sunnu- og halgidagar
• áseta dagin, tá ið tey ungu verða fermd
• góðkenna ta kirkjuligu skipanina (liturgi), ið nýtt verður á staðnum
• avgera talvudagarnar, um ella tá ið samlað verður inn undir gudstænastuni
• velja 4 limir í Próstadømisráðið og ein lim í Føroya Stiftsstjórn
• velja sóknarprest/dómpróst og biskup
• vera virkin samstarvspartnari hjá presti / dómprósti / biskupi og Mentamálaráðnum, t.d. umvegis Felagið fyri Kirkjuráðslimir.
Val í stóru kirkjusóknunum
Í kirkjusóknum við 500 og fleiri kirkjufólkum skal vera val, sjálvt um bert ein listi kemur inn. Kemur bara ein listi inn, er val millum teirra, ið eru á listanum.
Hetta er galdandi í teimum størru bygdunum við fleiri enn 500 kirkjufólkum, har val skal haldast eftir teimum reglum, sum eru galdandi. Valevnislistar og listar við stillarum skulu í hesum bygdum latast forfólkinum í valstýrunum.
Smærri kirkjusóknir
Eitt sindur øðrvísi er fyri tær smærru bygdirnar. Har er beinleiðis val ikki neyðugt, men kirkjuráðið kann veljast við friðarvali, sum fyriskrivað:
“Í kirkjusóknum upp til 499 kirkjufólk kann verða friðarval, um einans ein listi kemur inn. Um so er, skulu stillararnir raðfesta valevnini, og siga frá, hvør kemur at sita í kirkjuráðnum sum valdur limir, og hvør er eykafólk.”
Ffrágreiðing um, hvussu farið verður fram í samband við kirkjuráðsval sæst við at trýsta á her.
Onnur tíðindi