Skriva út

Steintóra Gleðisheygg prestvígd

16.04.2021 Tíðindi

Seisasta sunnudag varð Steintóra Gleðisheygg Joensen prestvígd í Havnar kirkju. Komandi sunnudag 18. apríl, 2.s.e.páskir skipar dómprósturin Steintóru Gleðisheygg Joensen í embætið sum virkandi sóknarprestur í suðurstreymoyar vestara prestagjaldi.

Biskupur helt hesa vígslutalu fyri nýggja prestinum …

Talan hjá biskupi:

“Eg gleðist, tá ið tey siga við meg: “Vit fara í Harrans hús.”” (Sálmur 122,1).

Góða Steintóra!

Nú tú gongur inn í tænastuna og kallið sum prestur í fólkakirkjuni, eru orðini hjá skaldinum verd at leggja tær í geyma. Gleðin í tænastuni sum prestur drívur verkið, tá ið gleðin er gleðin í Harranum Jesusi Kristi.

Hjá Harrans tænarum – leikum og lærdum – er friðurin og gleðin í Jesusi Kristi alt avgerandi. Sálarfriðurin og hvíldin í trúnni eru berandi bular við atliti at tí vanliga lívinum í samfelagnum og tænastuni í halgidómum.

Gleðin smittar, og hon telur eins nógv og tann skrivaða prædikan. Gleðin sæst og hoyrist. Í okkara tíð, har alt verður gjørt sjónligt við myndum, er hugburðurin og tann andaliga tilgongdin hjá prestinum avgerandi. Vit mega vera í javnvág og samstundis til staðar í rúminum.

Tað er als ikki líka mikið, hvussu vit fara til verka og bera okkum at. Vit skulu vera álítandi, tí tvørrandi trúvirði darvar verki prestsins. Vit skulu vera opin, ærlig og sonn. Vit skulu vera høvisk og umboða Guðs kærleika í talu, atferð og verki.

Um vit fullføra tænastuna, ið er litin okkum til, á nøktandi hátt, er treytað av, at Jesus, ið hevur kallað okkum til tænastu, fær loyvi at mynda okkum. At vera sendiboð fyri Harran er ikki tað sama sum at marknaðarføra seg sjálvan ella sína egnu kirkju.

Hóast vit skulu hugsa um kallið í tí heimliga og okkara kæru, so eigur ein prestur at hava ein størri sjónarring enn meg og mítt. Vit mega síggja heildina og hin einstaka í fjøldini. Vit mega síggja, hvat gagnar Guðs ríki og alheims kirkjuni. Vit mega síggja okkara egnu kirkju sum eitt heilagt hús, ið er halgidómurin.

Tað er umráðandi, at ein prestur í lestri, bøn og andakt ráðførir seg við Guð og faðir okkara á himni. Nýt nógva tíð og orku til lestur og bøn á tíni egnu skrivstovu. Ver árvakin, har einki menniskja hoyrir ella sær teg.

Tær stillu løturnar kunnu kennast fyltar á tremur við anda ella heilt tómar. Hesar løturnar eru fyrimyndin, ið skriftin vísir á. Tað ræður um at fylla á tilvitskunnar kar, ikki einans at geva frá sær. Fylla vit ikki á og ansa eftir okkum sjálvum, gerast vit strongd.

Vit skulu vera brennandi, men vit mega ansa eftir ikki at brenna út. Skilagott er at lurta eftir vælmeintum ráðum um gagnligar uppgávur. Met um og tak tínar egnu avgerðir. Sig frá teimum, so kirkjuráðið og kirkjuliðið vita, hvar tú ert.

Steintóra! Nógv er umráðandi, men tú, sum ert myndað í Guðs mynd og fekst eitt ríkt mál av gávum og náðigávum, ver tann, ið tú ert. Ver tann, ið Jesus ætlar, at tú skalt vera í tænastu hansara.

Vit hava dugnaligar prestar, og tað fakliga og persónliga spennið er breitt. Kirkjan fevnir alla ta menniskjansligu breiddina, dýpið og hæddina. Hóast mong ráðini verða givin, so finn tín egna virkishátt og ver ikki avrit av øðrum menniskjum.

Nýt tíni skapandi evni og tær gávur, tú hevur fingið frá Harranum, fingið frá foreldrum tínum og tínum heimliga jørðildi. Tú ert væl lærd og evnarík. Nýt tín lærdóm til fulnar, so tú verður ein vís kvinna. At vera vísur er gull, sigur skriftin, tað er meira enn at vera klókur og væl lærdur. Kynstrið er at nýta vitanina vísiliga.

Venda vit aftur til sálmaskaldið, síggja vit eina fólksliga og samfelagsliga gleði. Hjá ísraelsfólki var tað tann størsta gleðin at fara niðan til Jerúsalem og vitja halgidómin.

Sálmurin er óivað runnin av eini pílagrímsferð úti í Guðs fríu náttúru. Vegna ferðalagið syngur ein rødd ein fagnaðarsong í nøgdsemi, tí hús Harrans er fyri framman. Heitt verður á ferðalagið um at biðja um frið fyri Jerúsalem.

“Á múrum tínum friður veri, trygd í tínum borgum. Fyri brøðra mína og frænda sakir ynski eg tær frið! Fyri Guðs várs, Harrans tempuls skuld biði eg um tína lukku!” (Sálmur 122,7-9).

Tað áhugaverda við hesum sálmi er tann tignarliga støðan, ið halgidómurin hevur millum trúgvandi jødar. Halgidómurin er meira enn eitt vanligt hús. Talan er um Harrans hús.

Eitt annað áhugavert er staðfestingin, at trúgvin er væl meira enn ein privat søk ella eitt persónligt umráði. Halgidómurin bant fólkið saman og skapti ein felags samleika.

Tulka vit sálmin inn í okkara føroysku viðurskifti, so er sálmurin ein fráboðan um ta gleði, ið tey fáa, sum vitja kirkjuna. At ganga í kirkju ella koma saman um Guðs orð føðir eina gleði í hjørtum várum. Gleðin, ið er ankrað í Jesusi, hevur gagnliga ávirkan á hin einstaka, heimalívið og lívið í samfelagnum.

Ein prestur í fólkakirkjuni eigur at kenna sína samfelagsligu ábyrgd. Umráðandi er at vera øllum menniskjum til tænastu við teimum tilboðum og amboðum, ið kirkjan hevur og nýtir.

Í fólkakirkjuni eru skipað viðurskifti. Hetta sæst í dag sjónliga í prestvígsluni, nú landsstýrismaðurin í kirkjumálum og borgarstjórin í Havnini eru hjástaddir.

Tænasturnar hjá fólkakirkjuni eru treytaðar av, at tær verkliga og andaliga samsvara við Bíbliuna, Játtanarrit fólkakirkjurnar og ritualini. Tann politiski myndugleikin skipar og setir ritualini í verk eftir innstilling frá biskupi, ið aftur hevur ráðført seg við tað kirkjuliga landslagið.

Nærri vit eru miðdeplinum, og tess sjónligari Jesus er í miðjum sæti, størri er orkan at rúma ávísum frábrigdum. Vit skulu rúma hvør øðrum sum kirkjur og samkomur, sum fólkamongd og einstaklingur.

Um vit einans ferðast úti útjaðaranum. Um vit ikki eru ankrað í haldgóðum støði og ástøði, verður rásarúmið og gloppið í múrinum trengri. Vit mega kenna okkum sjálv til tess at kunna rúma øðrum. Tvørrandi kunnleiki um egið støði og ástøði elur órógv og fær okkum at mistrívast.

Um umheimurin einans sæst gjøgnum eitt nálareyga úr ávísum sjónarhorni, er sjónin so álvarsliga avmarkað, at hon kann verða misvísandi.
Góða Steintóra!

Vit ynskja tær og tínum eitt lív við góðum sólargangi og góðum útsýni. Jú nærri Kristi, tess færri fordómar.

Hóast Jesus ikki góðtók alt, ja viðhvørt var óður við átrúnaðarligu elituna, so elskaði hann tó øll menniskju, ið komu á leið hansara, og hann eigur at vera fyrimyndin hjá prestunum og okkum øllum.

Góðan sólargang og gott útsýni!

Jesus fylgi tær á leiðum tínum!

Orð: UN

Prædika: JF

Myndir: Jens K. Vang