Skriva út

Stavnhaldið eitt, miðið annað

26.05.2021 Tíðindi
Mynd: Saksunar kirkja - kirkjan ein ótikin kastali. Hesi orð Aagaards prests á Sandi heldur Viderø, prestur, vera góða lýsing av føroysku kirkjuni, sum hevur rót sína aftur í tí ápostólska jørðildinum og kirkjufedrunum. Hon hevur – eins og sálmaskaldið sigur – verið djúpt ísett, tí Harrin hjó hana í klett undir moldum.

Kirkjan ella samkoman er hin sama, men orsøkirnar eru ymiskar hjá fólki at savnast um gudsorðið. Nøkur í spakføri og falsloysi, onnur bert fyri at vísa seg sum góðar og fyrimyndarligar samfelagsborgarar í eygunum á fólki.

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

Hvítusunna er farin aftur um bak, tann síðsta av teim trimum stóru høgtíðunum í kirkjuári okkara. Vit stíga nú við komandi sunnudegi (30. mai) inn í tríeindartíðina, ta stóru verkatíðina hjá kirkjuni, sum endar tá adventin tekur við (28. nov.).

Kristna kirkjan varð grundað í einum lærusveinabólki, sum fyrireikaði komu talsmansins, Harrin Kristus sendi frá faðirinum – sannleikans anda. Men eisini lærusveinarnir skuldu vitna, og allir kirkjunnar tænarar í fótafari teirra. Í tí kirkjuliði, sum varð stovnsett henda fyrsta hvítusunnudag, sum er verk andans og samstundis verkstaður, og sum skal bera vitnisburðin um stóru gerðir Harrans.

Andin er ikki lutur, sum sveimar í leysari luft. »Hann tekur av mínum,« sigur Jesus. Og alt sítt leit hann kirkjuliðinum til, tá ið hann gav testamenti sítt við sakramentunum.

Men andans yrki er ikki avmarkað til vitnisburð okkara. Hann virkar hægri enn so og er leysur av okkum. Ikki so, at vit bara kunnu bera vitnisburðin av okkum sjálvum. Hann gerst einans vitnisburður við andans mátti.

Í ymsari merking hava vit orðið »kirkja« á munni. Partvís er talan um sjálvt húsið – bygningin – og partvís um hina kirkjuligu skipanina við biskupum, próstum, prestum, kirkjutænarum, kirkjuráðum o.s.fr. Men ikki minst í tí kirkjusiði, vit hava í landi okkara.

Upprunin til orðið »kirkja« er óvissur. Vanlig uppfatan hevur verið, at tað er sprottið úr grikska orðinum »kyriake«, ið merkir Hús Harrans. Men nú verður hildið, at orðið saktans kann vera runnið úr keltiska »kyrk«, sum merkir eitt lokað rúm.

Á okkara døgum verða orðini »kirkja« og »kirkjulið« nýtt í somu merking. Og vit hugsa um »hina heilagu almennu kirkjuna«, sum verður nevnd í triðju trúargrein; lutvíst um staðbundna kirkjuliðið. Í grikska frumtekstinum verður orðið »ekklesia« nýtt. Í Bíbliu okkara er orðið týtt bæði sum »kirkja« og »kirkjulið«, alt eftir hvørjum samanhangi tað stendur.

Øll kenna vit orð Cyprianusar úr Carthago (d. 258): »Extra ecclesiam nulla salus« ‒ eingin frelsa er uttan fyri kirkjuna. Onkur hvøkkur við, men í roynd sigur Luther hetta sama: »Uttan kristintrúgv er eingin frelsa ella fyrigeving, men ævig glatan.«

Men meining Luthers er ein onnur enn Cyprianusar. Luther talar ikki um kirkjulið. Cyprianus vísir við orðum sínum á ymsar tilvildarligar trúarbólkar, sum gingu og vasaðu á hansara døgum. Hjá teimum fanst eingin frelsa. Luther hugsar øðrvísi, sum vit t.d. eisini síggja í stóru lærubók hansara.

Eisini har sigur Luther, at eingin frelsa er uttan fyri kristindómin. Og grundin er tann einfalda, at har ljóðar eingin gleðiboðskapur. Evangeliið er ikki til. Tað avgerandi er, at evangeliið sleppur framat.

KIRKJAN EIN ÓTIKIN KASTALI. Hesi orð Aagaards prests á Sandi heldur Viderø, prestur, vera góða lýsing av føroysku kirkjuni, sum hevur rót sína aftur í tí ápostólska jørðildinum og kirkjufedrunum. Hon hevur – eins og sálmaskaldið sigur – verið djúpt ísett, tí Harrin hjó hana í klett undir moldum.

Funturin minnir um skírnarnáð,
altar um kvøldmáltíð sæla,
orðið um Harrans hjálparráð
altíð her skal verða talað;
um øldir skifta, fara ár,
sama er trúgvin og skírnin.

Gævi tá Guð, ið hvussu er,
altíð, tá klokkurnar kalla,
fegið til kirkju fólkið fer,
samlynt um verðina alla!
»Verðin væl ei, men tit meg sjá,
veri Guðs friður við øllum!«

(Grundtvig 1837. J. Dahl 1925).

Í Føroyum er tað enn dastið av fólkinum, sum gongur í kirkju ella samkomuhús. Summi altíð, tá gudstænasta ella møti er. Onnur av og á, fá siga seg aldrin seta sín fót inn um gátt har, tí at tey eru ikki trúgvandi.

Men hvørji eru so tey, sum trúliga vitja halgidómarnar? Ganga summi í kirkju av vana og bert fyri at ‘vísa seg’? Og ganga onnur í kirkju at hoyra Guds orð og at vera í samfelagi við Honum og av tí at tey trúgv fylgja teirri gøtu, foreldrini leiddu tey á barnaárini? Hava vit givið okkum far um hesar munir?

Hvør einstakur kann hava sínar hugsanir. Yvirhøvur munnu vit ikki hava hugsað stórvegis um hetta; teskaðu kanska í krókunum, um onkur fór til altars, sum ikki átti túr, og sum Heðin Brú eisini nevnir í »Feðgum á ferð«; slíkt, sum er burturlagt nú á døgum. Fólk spektu seg sjálvi við andligum lestri og sálmum. Tey gomlu lærdu tey ungu vegin, at steðga við hann, líta seg íkriing og spyrja um tær gomlu gøturnar, har sum leiðin til hitt góða er og hvíld fyri sálirnar er at finna – soleiðis sum Harrin álegði Ísrael, tá hann talaði til fólkið gjøgnum profet sín (Jer. 6,15).

Trúgvin er ikki bundin at landamørkum. Sambært eini kanning í USA, sum The New York Times kunngjørdi fyri nøkrum árum síðan (2015), ber til at skifta trúgvandi í tveir høvuðsbólkar. Í øðrum bólkinum eru tey, sum ganga í kirkju í vónini um at vinna nakrar persónligar fyrimunir – at Gud skal loysa nakrar áleikandi gerandistrupulleikar. Í hinum bólkinum eru tey, sum ganga í kirkju at møta Gudi í tí orði, har verður boðað og at røkja trúgv sína.

Dr. Richard L. Gorsuch (1937-2016), sálarfrøðingur í Fuller University í Kalifornia, ger viðmerkingar til kanningina hjá The New York Times. Harumframt lýsir hann – samsvarandi viðmerkingunum – í verki sínum »Factor Analysis« henda fyrra bólkin sum grunnskygd trúgvandi, ið ikki duga sær hógv. Ymsar orsøkir kunnu vera, at tey ganga í kirkju, men felags fyri tey er, at tað er eitthvørt serstakt, egið, tey ætlað sær. Summi fyri at vinna størri virðing og sóma – tað kunnu t.d. vera handilsfólk, ið ætla sær umdømi sum góðir samfelagsborgarar. Onnur í hesum bólkinum koma bert at skottast eftir øðrum og at hitta fólk. Nøkur tí at eitthvørt nívir sálina og vilja lætta um tregan og vinna sjálvsálitið aftur.

Gorsuch sigur seg vera komnan til ta niðurstøðu, at menniskju, sum ‘misbrúka’ trúnna á slíkan hátt – bara í sjálvsøkni at loysa egnar trupulleikar – í mongum lutum hava fløkjaslig lívskor at dragast við. Hann sigur seg eisini vera komnan eftir, at hesi somu fólkini eru nógv meira fanatisk og hava nógv fleiri fordómar enn tey í seinna bólkinum, sum eru meira spakfør, ektað og støðuføst í trúnni.

Kanningin vísir, at tey meira spakføru og ektaðu í trúnni, eru sálarliga sterkari enn tey, sum gera nógvan háva um seg í trúarmálum og á hvørjum geilarhorni rópa »Harri, Harri!« Tey spakføru eru menniskju við eini sannari, grundfestari trúgv og eru ósjálvsøkin. Ganga ikki í kirkju fyri at ‘vísa’ seg og at vinna persólingar fyrimunir. Tey eru meira positiv mótvegis øðrum menniskjum og sýna fyrilit. Tilvitan teirra er merkt av, at lívið hevur eina ‘meining’. Tey hava lættari við at skilja onnur menniskju og hava samkenslu við teimum. Tey eru minni sjálvhátíðarlig og eru ikki so ofta nívd av sinnistyngd.

Hesi spakføru eru harumframt – uttan mun um tað gongur við ella ímóti – støðufastari í trúnni enn hini. Hvør minnist ikki gudsmannin Job, sum í øllum mótgangi sínum tolin segði: »Harrin gav, Harrin tók, lovað veri navn Harrans.«

Í Jobs bók (Gl. T.) lesa vit, at Job var múgvandi maður, átti tíggju børn, mong húsdjór, hevði mangar handgingnar menn og var so gudrøkin, at tað er tiltikið. Men Satan segði Job einans trúgva, tí at Gud hevði vælsignað hann við so mongum gávum. Til tess at royna Job, hvussu støðufastur hann var í trúnni, læt Harrin Satan dýkja allar hugsandi ólukkur yvir hann. Oksarnir vórðu stolnir og fleiri av børnunum dripin av fíggindum. Eldur herjaði góðs hansara, fenaðurin týndist og ránsmenn stjólu geitir og kamelar hansara. Í óveðri vórðu húsini tikin av grund og restin av børnum hansara doyðu. Og sjálvur var Job illa plágaður av svullum frá høvur til fóts.

Einans konan livdi eftir. Og meðan Job tók leirbrot úr øskudunganum at skava seg við segði konan við hann: »Tú ert ólastandi við sama lag! Banna Gudi, so at tú sleppur at doyggja!« Men hann svaraði henni: »Tú talar sum dári! Skulu vit taka við tí góða frá Gudi, men ikki við tí illa!« (Job 2,9-10.)

Job var sannur og støðufastur í trúnni, tí hann kendi seg í samfelagi við Gud, hóast vanlukkur høvdu rakt hann.

Jobs bók er ein harmasøga, men eisini ein søga um støðufesti og sálarstyrki. Tað er slíkari grundfestari trúgv, sálarfrøðingar leita eftir hjá fólki – eini trúgv, ið ongar treytir setir, men tó ikki er blind.

Ein sannroynd er tað, at uttan mun til trúarstevnu hevur tað týdning, á hvønn hátt, vit sýna trúnna í verki og hví vit trúgva.

Í SKALDSØGUNI »Feðgar á ferð« letur Heðin Brú hugsan fólks um trúarspurningar og um áneyðirnar at ganga í kirkju koma til sjóndar. Vit fáa her eina greining av áðurnevndu høvuðsbólkum: Ketil og Ketilskona sum tey tolnu, nøgdu og gudrøknu, og so hini, ið koma við øðrum hugmálum. Tey sjálvsøknu og meinfýsnu, revsandi fariseararnar, ið bert síggja mistøkini hjá øðrum, men ikki hjá sær sjálvum.

Hava vit ikki – sum heild – givið okkum far um hesar munir og bara hugsað sum so, at fólk komu í kirkju at hoyra, hvat Gud segði, so hevur ið hvussu er sálarfrøðin sýnt átrúnaðinum ógvuliga lítlan áhuga. Men hesi seinastu árini er vend komin í. Í dag er sambandið millum iva og trúgv og okkara mentalu støðu ikki so lítil partur av sálarfrøðiligum kanningum.

Nøkur teirra, sum granska hesi viðurskifti, siga ymsu hættirnar at trúgva vera stig í átrúnaðarligari menning, at tann djúpa og persónliga sannføringin í trúarlívinum er framhald av teirri nógv avgjørdu, fanatisku trúnni. The New York Times nevnir í áðurnevndu grein síni, at stívliga 500 fólk – ung og tilkomin í aldrinum 15-80 ár – vóru við í kanningini, sum blaðið skipaði fyri. Niðurstøðan er, at fólk gerast meira religiøs við aldrinum.

Henda kanningin hjá The New York Times peikaði eisini á nøkur stig á leiðini millum trúgv og gudloysi. Stig, ið kunnu metast sum ein leitan eftir meiningini við lívinum, sum vit eisini finna í grein eftir Gudmund Bruun (1891-1956) í Útiseta 1948 um viðurskiftini millum faðir sín, Emil Bruun, prest, og J. H. O. Djurhuus, skald. Skaldið segði seg í prædiku Emil Bruuns finna røttu orðini at gerast andliga floygdur, men varð ikki eins og Augustin á sinni leiddur til trúgv av teimum, tí hann metti ikki mannahugsan kunna svara spurninginum um upphav og ævinleika nóg nøktandi fyri eina leitandi sál.

Tað eru mest ungfólk, ið leita eftir meiningini við lívinum. Og tey hava eisini ein møguleika opnan alla tíðina at skifta trúgv ella trúarbólk.

FARIÐ ER UM HVÍTUSUNNU, fyrsta summarsdag við og tríeindartíðin er í nánd. Várið hevur verið kalt og heldur ilsligt, men nú er vend komin í. Lýkka og sól og gróður. Og tað dregur ósjálvrátt hug fólksins at leita út í náttúruna. Tað stóru kirkjuna, sum er full av alskins ljóði og lívi.

Eins og skaldið H. A. Djurhuus (1883-1951) í yrking síni »Tú undrast, at eg ei sat í kirkjuni og bíndi«, hugsar tú kanska, at Harrin, sum valdar øllum londum, ikki býr í templum, bygdum av menniskjahondum, tú finnur hann eins væl í lotinum, sum svalliga andar, og í blómunum, sum randa áarbakkan. Ja, í skaparverkinum øllum. Skaldið setst ikki í kirkjuna at bína meðan sólin í várgleði fjøllunum kínir. Tí verður farið til fjals, tá ið líðin gerst grøn, burtur hagar, himinin er høgur, hagar, lotið og fuglurin kvøða várkvæði. Tí fyri skaldið er hagin nógv betri enn kirkjan.

At tað ikki júst er húsið, ið umræður, sigur gudsorðið okkum eisini, tí sjálvur hevur Harrin givið lyfti um, at hann er millum teirra, ið koma saman í hansara navni, hvussu fá tey so eru, og hvar tey eru.

Vert er tó at geva gætur, at Harrin samstundis minnir okkum á, at »har sum gripir okkara eru, har munnu eisini hjørtu okkara vera« (Matt. 6,21). Ein áminning um, at tað er góður vani at savnast um teir lutir, ið mølur og rustur ikki eta – tað orð, sum verður boðað í kirkjum okkara. Og at tað ikki eigur at vera nøkur undanførsla ikki at savnast um orðið á halgari grund, tykir mær Jákup Dahl (1878-1944) geva dømi um í Stavnhaldinum:

Sum kirkjan savnar okkum øll í dag frá teim mongu einstøku heimunum og teimum mongu ymisku viðurskiftunum, soleiðis eigur hon altíð at vera tann felags fundarstaður hjá okkum øllum, sum vit møtast á. Kirkjan er halgidómurin. Okkum er tørvur á at hava nakað heilagt og at halda heilagt. Okkum er tørvur á, at nakað er heilagt bæði í lívi okkara og yvir lívi okkara. Annars fer ikki at vita væl við. Alt verður bara gerandisligt og hevur ongan hátíðardám yvir sær. Eitt lív við berum gerandisdøgum verður stríggið og berligt. Eitt lív við ongum halgidómi, eitt fólk við ongari kirkju, tað er sum at liva undir einum dimmum, skýtungum himli, har sum sólin aldrin sær.

Mong fara burtur av hesi gøtuni. Kirkjugøtan grør til hjá teimum. Gongd teirra er allar aðrar staðir. Men tey mistaka seg. Felagsskapurin við hitt heilaga verður slitin, og tað er ein stórur missur. – Verðið tit ikki teirra millum. Tey bestu og dúgligastu í fólki okkara niður gjøgnum tíðirnar í øllum verkum og í øllum ferðum, annaðhvørt tað vóru menn ella kvinnur, hava altíð verið slík, sum gingu kirkjugøtuna.

Tit vinna nógv við at ganga í kirkju, tit missa nógv við at lata vera, og tað av slíkum, sum lívið ikki tolir at missa, uttan at tað verður fátækt. Eydna og sæla eru knýtt til tað at ganga hesa gøtuna. Tað hylnast ikki og verður uttan signing, sum ikki er í samfelagi við hitt heilaga.

Heim og halgidómur hava altíð verið teir føstu og tryggu stuðlarnir undir einum góðum fólkalívi.


Richard L. Gorsuch (1937-2016). Dr. psych., professari í sálarfrøði í Fuller University í Kalifornia. Tókst nógv við trúarspurningar og metti tey spakføru og tolnu vera meira grundfest í trúgv síni enn hini, sum á hvørjum geilarhorni róptu: »Harri, Harri!«.