Skriva út

Starvsfólkadagur prestanna

28.08.2008 Tíðindi

Fríggjadagurin hin 26. september 2008 er starvsfólkadagur prestanna. Prestarnir eru á fakligum fundi, og tess vegna verða ongar kirkjuligar tænastur nevnda dag.

Óivað er hetta fyrstu ferð, at føroyska fólkakirkjan er stongd við atliti at yrki prestanna. Tíðin setur stór krøv, og tað er neyðugt, at prestarnir – eins og aðrir yrkisbólkar - hava stundir at vera saman og tosa saman um faklig áhugamál. Menningin er í samveruni og samskiftinum.

Vit vóna, at dagurin lagar seg væl í allar mátar. Fólkakirkjan er til fyri fólkið. Til at røkja hesa uppgávu krevst starvsfólkarøkt, sum í aðru atløgu gagnar fólkinum.

Um eitthvørt átrokandi er, ella ógævan rakar, so hava vit tann 26. september eina neyðlinju, ið svarar frá 8,00 – 24,00. Telefon 31 19 95.