Skriva út

Starv sum løgfrøðingur

10.12.2007 Tíðindi
Stiftsfulltrúi

Eitt spennandi og avbjóðandi starv sum stiftsfulltrúi við Stiftsstjórn Føroya er leyst at seta frá 1. mars 2008 ella skjótast gjørligt.

Umsøkjarin skal vera løgfrøðingur ella hava aðra samfelagsvísindaliga ella fyrisitingarfrøðiliga útbúgving við almennum rætti og fyrisitingarrætti.
 
Í samstarvi við stiftsstjórnina skipar og leiðir stiftsfulltrúin dagliga arbeiðið á stiftsumsitingini og er skrivari hjá stiftsstjórnini. Hann ráðgevur eisini biskupi í málum, sum viðvíkja embætisrøkt prestanna, kirkjuráðsvali, próstadømisráðsvali, biskupsvali, kirkjubókaføring, nýtslu av kirkjum v.m.

Fólkakirkjan varð yvirtikin á Ólavsøku, og tann, ið settur verður í starvið, kann tí vænta, at stórar og spennandi uppgávur eru fyri framman, eitt nú at vera við í arbeiðinum at tilevna føroyskar lógir og kunngerðir á kirkjuliga økinum.

Tann, ið verður settur, kemur í stóran mun at mynda starvið saman við biskupi, men má eisini kunna tola broytingar í starvsviðurskiftunum. Góður málsligur førleiki er ein fyrimunur.
 
Vit ynskja ein starvsfelaga, ið hevur góð samstarvsevni og hug at samskifta, og sum sær møguleikar heldur enn forðingar.

Starvið verður sett og lønt eftir sáttmála við avvarðandi fakfelag.

Umsókn við gjølligum upplýsingum um útbúgving og yrki higartil skulu saman við próvskjølum sendast Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, Postrúm 8, 110 Tórshavn.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Jógvan Fríðriksson, biskup, tlf. 31 19 95.

Umsóknarfreistin er úti fríggjadagin 11. januar 2008 kl. 12.00.

 

Føroya Stiftsstjórn
J. Paturssonargøta 20
Postrúm 8
110 Tórshavn