Skriva út
Starv sum løgfrøðingur
07.06.2007 Tíðindi
Eitt spennandi og avbjóðandi starv sum stiftsfulltrúi við Stiftsstjórn Føroya er leyst at seta frá 1. august 2007.Umsøkjarin skal vera løgfrøðingur ella hava aðra samfelagsvísindaliga ella fyrisitingarfrøðiliga útbúgving við almennum rætti og fyrisitingarrætti.
Í samstarvi við stiftsstjórnina skipar og leiðir stiftsfulltrúin dagliga arbeiðið á stiftsumsitingini og er skrivari hjá stiftsstjórnini. Hann ráðgevur eisini biskupi í málum, sum viðvíkja embætisrøkt prestanna, kirkjuráðs-vali, próstadømisráðsvali, bispavali, kirkjubókaføring, nýtslu av kirkjum v.m.
Fólkakirkjan verður ætlandi yvirtikin á Ólavsøku, og tann, ið settur verður í starvið, kann tí vænta, at stórar, nýggjar og spennandi uppgávur eru fyri framman, eitt nú at vera við í arbeiðinum at tilevna føroyskar lógir og kunngerðir á kirkjuliga økinum.
Tann, ið verður settur, kemur í stóran mun at mynda starvið saman við biskupi, men má eisini kunna tola broytingar í starvsviðurskiftunum. Góður málsligur førleiki er ein fyrimunur.
Vit ynskja ein starvsfelaga, ið hevur góð samstarvsevni og hug at samskifta, og sum sær møguleikar heldur enn forðingar.
Starvið verður sett og lønt eftir sáttmála við avvarðandi fakfelag.
Umsókn við gjølligum upplýsingum um útbúgving og yrki higartil skulu saman við próvskjølum sendast Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, Postrúm 8, 110 Tórshavn.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Hans Jacob Joensen, tlf. 31 19 95.
Umsóknarfreistin er úti fríggjadagin 15. juni 2007 kl. 12.000.
Føroya Stiftsstjórn
J. Paturssonargøta 20
Postrúm 8
110 Tórshavn
Onnur tíðindi