Skriva út

Stanley í Hoyvíkar kirkju sunnudagin

14.11.2025 Tíðindi
Stanley 2 (002)

Sunnudagin 16. november kl. 16 hevur Stanley Samuelsen konsert í Hoyvíkar kirkju.
Tað er so at siga vorðin fastur táttur, at Stanley spælir og syngur í Hoyvík hesa ársins tíð, og hesaferð er hann aktuellur við nýggjari tónleikaútgávu og bók, ið Hilmar Jan Hansen hevur skrivað um Stanley.

Hjartaliga vælkomin á konsertina við Stanley Samuelsen í Hoyvíkar kirkju sunnudagin kl. 16.