Standmynd av Victori Danielsen

Seinasta sunnudag varð ein standmynd av Victori Danielsen avdúkað í Fuglafirði. Tað er listamaðurin Hans Pauli Olsen, ið hevur gjørt listaverkið. Hans Pauli er í fremstu røð innan list, og standmyndin av Victori er djúphugsni og hugflog í samanrenning við listarligt hegni.
Standmyndin
Standmyndin stendur á tveimum stórum talvum úr gróti. Á ovaru talvuni sæst Victor ferðabúgvin við stavi í hendi. Aftan fyri Victor skrivar ein stór hond á talvuna. Við tí skrivaða orðinum, tekstinum á talvuni, fer prædikumaðurin til verka sum boðberi.
Júst hetta myndevnið er talandi, tá hugsað verður um, at Victor var bíbliutýðari, skald og yrkjari. Teksturin á talvuni er avrit av handriti Victors í Fyrstu Mósebók. Í mun til standmyndina sum heild er hondin stór. Tann stóra hondin við penninum sigur frá, at hondin er Guðs. Guð, sum gav orðið, lat tað verða skrivað niður og kallaði sendiboð at prædika gleðiboðskapin um Jesus.
Standmyndin stendur, har tað eldra samkomuhúsið, Siloa, stóð. Her bæði búði og starvaðist Victor. Økið er eitt vakurt prýði fyri býin. Tað er Fuglafjarðar kommuna, ið hevur tikið stig til standmyndina. Økið er eitt hugans friðskjól mitt í býnum. Mentanin økir um trivnað, og tað er at fegnast um, at stórfingin heiður verður sýndur einum skrivandi prædikumanni. Sanniliga er tað mentanarligt virði, at vit fingu Bíbliuna á móðurmálinum, sálmar og bøkur.