Skriva út

Standmynd av Mikkjali á Ryggi avdúkað

11.07.2011 Tíðindi
Standmynd av Mikkjali á Ryggi avdúkað

Sunnudagin á Vestanstevnu varð standmynd av skaldinum rithøvundanum og listamanninum, Mikkjali Dánjalsson á Ryggi, avdúkað í Miðvági. Mikkjal á ryggi verður av mongum mettur sum okkara størsta sálmaskald

Standmyndin, sum ein bólkur av einstaklingum í Vágum hevur tikið stig til, er reist uttan fyri barnaheim Mikkjals í Beitinum yvir av Miðvágs kirkju. Løtan var merkt av hátíð, og ikki var sørt, at einum rann til hugs regluna úr sálminum “Hirði góði halt tú meg”, sum sungin varð í Miðvágs kirkju beint undan avdúkanini, har sagt verður, at “Sæl er signað løta”.

Heilt nógv fólk var komið til hátíðarhaldið, ið var hildið í beinleiðis framhaldi av Vestanstevnu guðstænastuni í Miðvágs kirkju. Jógvan Fríðriksson, biskupur, prædikaði, og hann dugdi meistarliga at flættað virkið skaldsins inn í prædikutekstin um at leita eftir tí, ið vit vita er til, men ikki soleiðis at fáa eyga á alt í einum. Men tá vit so hava funnið tað, ið burtur var, er gleðin so mikið størri. Og tað var júst hetta, ið stóra mannamúgvan, sum var komin saman til avdúking av standmynd av Mikkjali, upplivdi. Eina sanna frøi yvir nakað, ið tey vistu átti at vera, men ikki varð funnið fyrr enn nú.

Hans Pauli Olsen listamaður, hevur gjørt standmyndina, sum myndar tvær opnar bøkur av gróti, við eini bronsumynd av Mikkjali á Ryggi í natúrligari stødd. Á steinunum eru prentaðir tekstir hjá skaldinum. Summir teirra við hansara egnu hondskrift. Eisini eru fuglamyndir, tiknar úr Fuglabókini, hann gav út í 1951.

Undir hátíðarhaldinum vórðu røður hildnar, eins og kórsangur og felagssangur eisini settu dám á dagin. Bróðurdóttir Mikkjals, Marin Margretha Tórgarð, avdúkaði standmyndina.

Standmyndin er fíggjað við stuðli frá einum forlagi í Vágum eins og felagsskapum, fyritøkum og grunnum kring alt landið. Vága kommuna hevur gjørt økið, har standmyndin stendur, búgvið.


Edvard Joensen