Skriva út

Spælt urgu alt sítt lív

29.03.2011 Tíðindi
Spælt urgu alt sítt lív


URGULEIKARI - Tá man hevur spælt orgul í 43 ár, so er ein sjálvandi í eini ávísari venjing. Men tað er kortini neyðugt at halda spælið viðlíka hvønn einasta dag, sigur 56 ára gamli Sigmund Rasmussen, ið virkar sum urguleikari við Oyndarfjarðar kirkju. - Tá eg eri í landi, spæli eg nógv heima við hús.

Sigmund hevur spælt urgu síðani hann var ungur drongur. Tað var pápi hansara, Adolf Rasmussen sum tók sær av hesum týðandi arbeiðinum at læra sonin at spæla eftir nótum.
Tað var eisini pápan, ið hann avloysti sum urguleikari bert 13 ára gamal, tí hesin, ið arbeiddi sum rørleggjari, var komin til skaða í einum fingri.

- Eg var byrjaður at spæla orgul soleiðis spakuliga longu sum seks ára gamal, og bert sjey ár seinni, kundi eg loysa av á orgulbeinkinum í kirkjuni, greiðir Sigmund frá.

Síðani tá hevur hann verið fastur urguleikari við kirkjuna, men tey seinnu árini hevur verið neyðugt við avloysarum.

- Eg sigli úti í heimi eftir eini skipan, har eg eri 10 vikur burturi og 10 vikur heima. Og tá eg so eri burtur, plagar Petur Martin Johannesen úr Klaksvík at spæla her í kirkjuni.

Nýggj urga

Uppgávan hjá urguleikaranum er sjálvandi at leiða sálmasangin, men ein onnur uppgáva er eisini at spæla præludium og postludium.
- Eg royni onkutíð at finna onnur løg til sálmarnar, men tað er kanska longri ímillum nú. Hinvegin royni eg at hava okkurt nýtt præludium til gudstænasturnar, vísir Sigmund á.

Seinni í vár verður tann gamla urgan, við teimum fýra røddunum og einum manuali, skift út við eina nýggja og elektroniska urgu, sum í roynd og veru kann spæla sjálv.
Henda kemur úr USA, og er soleiðis skipað at løgini verða spæld inn og síðani kunnu tey brúkast eftir ynski. Hetta er ein líknandi urga, sum finst í øðrum samkomuhúsum kring landið, m.a. í Berøa í Runavík og í Nes kirkju.

Men tá Sigmund kemur aftur til lands av skipi, fer hann sjálvandi at spæla uppá hesa urguna við handamegi og eftir nótum – júst so sum hann hevur gjørt tey seinastu 43 árini.
- Eg haldi yvirhøvur, at kirkjufólkið her syngur væl við, slær hann fast.

myndatekstur

UPP ALT
Sum urguleikari hevur Sigmund Rasmussen spælt eitt ótal av sálmum gjøgnum tíðirnar. Tað eru kortini ein sálmur, ið honum dámar væl, fyri ikki at siga allarbest - sálmurin “Upp alt, ið Harrin hevur gjørt”. - Hetta er ein fantastiskur sálmur. Lagið er sera gott, og orðini eru uppaftur betri, sigur hann.

Orð: Snorri Brend