Skriva út

Sorgblídni undir Knúki

28.09.2010 Tíðindi
Sorgblídni undir Knúki


Sunnudagin hin 26. september 2010 var minningarhald undir Knúki, nú 40 ár vóru liðin síðani flogvanlukkuna í Mykinesi. Talan var um eitt Fokker Friendship flogfar hjá Icelandair.

Við flogfarinum vóru 30 ferðafólk, og manningin taldi 4. Vanlukkan kravi 8 mannalív, og eftir sótu 19 børn, ið høvdu mist faðir / móðir. Tað eru hesi børnini, ið tóku stig til minningarhaldið.

Tað var ein tignarlig, virðilig og vøkur løta. Oluffa Durhuus, ið var við flogfarinum, avdúkaði minnisplátuna. Vit mintust í tøgn tey 8, ið lótu lív. Løtan var kensluborin. Álvarsemi, sorg og tøkk.

Ein sterk løta, har sorgin gjørdi nakað við syrgjandi, tí sorg er ikki nakað, vit sleppa av við. Til tess eru tey farnu ov dýrabar. Sorg er nakað vit læra at bera og liva við. Tey, ið fórust, hava óendaligt virði.

Ein sterk løta, tí tøkkin var sjónlig, at 26 sluppu frá vanlukkuni við lívinum. At standa undir Knúki og síggja lendið, umstøðurnar og klettin, har flogfarið steðgaði. Sterkt at hoyra tey, ið mistu, seta orð á gleðina um, at so nógv komu frá vanlukkuni við lívinum. Sorgblídni.

Løtan var vøkur, og Dupult Kvartettin í Ebenezer sang so vakurt. Hesir menninir hava ríkað og gjørt manga løtu tignarliga. Lívsins álvara og hin æviga vónin í navni frelsarans, Jesu navni.

Tvey av børnunum, ið mistu pápan, høvdu orðið. Steintór Jacobsen skipaði løtuna og greiddi frá. Ein ótrúlig kensla, tað var eins og friður fall á fólk. Nú vóru vit á staðnum, ferðafólk, avvarðandi, hjálparfólk og fólkið í Mykinesi.

Miriam Rasmussen, hvørs faðir doyði, endaði løtuna. Ein kvinna í bestu árum, sum fyri 40 árum síðani var smágenta. Ein vakur endi, vónin í ørmum frelsarans og faðir vár.

Hugdi niðan á Knúk. Hábærsligur og tignarligur. Tað er einki ivamál í míni sál, at tey, ið leiddu arbeiðið í Mykinesi saman við hjálparfólki, hava lagt úr hondum eitt megnar arbeiði. So kalt tað var sunnudagin hóast turt í veðrinum, og so at hugsa sær umstøðurnar í myrkri, vindi og vætu.

Minningarhaldið var ein røtt og góð avgerð, tí soleiðis sum vit fara um deyðan og minnast tey farnu, meta vit lívið og lívsins virði.

Undir Knúki er stilt, og einans Knúkur veit frá øllum at siga.

Orð : Jógvan Fríðriksson
Mynd : Beinta Vang.