Skriva út
Sorgarbólkur fyri vaksin í Vesturkirkjuni
01.09.2026 Tíðindi

Vesturkirkjan bjóðar vaksnum, ið hava mist ein av sínum kæru, at koma í ein sorgarbólk.
Vit savnast 7 ferðir, har ymisk evnir verða tikin upp, og har hvør luttakari hevur høvi at tosa um sína støðu.
Í einum sorgarbólki møtir tú øðrum, sum hava mist. Tú kanst tosa um alt tað, sum er torført, og hoyra um, hvussu onnur hava tað. Tú kanst finna stuðul og møguligar loysnir til ein broyttan gerandisdag.
Hanus á Gørðum, sjúkrahúsprestur, leiðir bólkin saman við Ann Hermansdóttir, studentapresti.
Tilboðið er ókeypis. Byrjað verður 20.oktobur.
Hevur hetta tín áhuga, kanst tú seta teg í samband við Hanus á Gørðum, tlf. 237346 ella Ann Hermansdóttir 237334.
Onnur tíðindi