Skriva út

Sólin skínur

11.05.2017 Tíðindi

Sólin skein so fagurliga í vikuskiftinum og øll menniskju vóru sum hamskift. Mann visti næstan ikki, hvørjum beini mann skuldi standa á, so mann veruliga kundi sansa og njóta hitan og allan vakurleikan, sum kom til sjóndar í hesum vakra ljósi.

Sól, ljós og lív hoyra saman – ljósmóðirin tekur ímóti okkum,
onki nýtt er undir sólini,
ongin kennir dagin fyrr enn sólin setur,
lat ikki sólina seta yvir tína vreiði,
vit sóla okkum í okkara succés,
vit strála sum ein sól
vit halda onkran kæran vera eina sólstrálu,
vit hava adventsljós, kyndilsmessuljós, lusiagongu,
vit tendra ljós bæði, tá onkur kemur inn ella fer úr heiminum,
barnið blæsir ljós á lagkøkuni, tá tað fyllir, tí nú eru fimm ella 8 ár strokin
í 1700 talinum høvdu vit upplýsingartíðina,
og alt sum er fjalt, kemur fram í ljósið ein dag
og onkur ”sær ljósið”.

Og sólin, henda risa orkukeldan, sum lýsir og hitar og sum vit als ikki kunnu hugmynda okkum ikki at vera har, hon er einastaðni langt, langt burturi frá okkum og tó so nær okkum, tá hon sendir sínar heitu geislar á okkara kinn og á páskaliljurnar , á tjøldrini, smálombini og spælandi børn.

Vit orka ikki ella megna ikki at lyfta høvdið upp og kaga upp í undurfagra stjørnuhimmalin ella gáa um risastóru, endaleysu rúmdina uppi yvur okkum, tí tað ørar fyri okkum, hvat skal eg lítla menniskja siga til hesar undurføgru víddir ?

Men tá vit hyggja inn í eyguni á nýfødda barninum ella inn í eyguni á einum menniskja, sum elskar meg, tá sansa vit og vera var við stjørnurnar, mánan og sólina.

Vit síggja bert í brotum, og vita ikki ein minutt fram, hvat fer at henda, men hóast vit øll eru petti av einum risastórum puslispæli, sum vit ikki vita, hvussu skal liggja ella hvussu skal síggja út, so undrast vit tó ikki dagliga á risastóru rúmdina uppi yvir okkum.

Vit eru smáar 170 cm upp frá jørðini, vit tita til og frá arbeiðsplássið til Lágargarð ella Bakkafrost, til handils, ella Lítla skóg, til flogvøllin ella bara heim til Kvívíkar , Tvøroyri ella Sandavágs.

Flest okkara eru í eini familjueind, har vit elska, hata, fyrigeva, offra okkum, eru líkasæl, øvunda og eru til.

Hugsa kanska- av og á - stórar tankar um lívið, ljósið og sólina, meiningina við tí heila, men lata okkum órógva av marengsbotninum, sum skal etast í bindiklubbanum, ella hálsbrunanum hjá lítla barninum ella tvístøðuni, um eg skal í henda kjólan ella hasar buksurnar.

Sólin og ljósið gera, at vit kunnu liva, uttan sólina onki lív.

Tá Heródes var kongur, Augustus var keisari og Kvirinius var landshøvdingi, tá tók ein stjørna at lýsa og glampa á himmalhválvinum. Hon bar boð um at størsta ljósið fór at vera borið inn í okkara heim.

Og eins og Guð á sinni skapti ljós og sá, at tað var gott fyri menniskjuna, soleiðis lat Hann eitt menniskja koma í heimin, sum segði seg vera heimsins ljós. Og myrkrið vann ikki á ljósinum.

Orðini hjá Honum lýsa okkum upp og gera okkum før fyri at skilja hvagani vit eru, hví vit eru her og hvar vit fara, tí frá Honum kemur ljósið og kærleikin.

Eins og onki lív var, um ongin sól var, so var ongin kærleiki og vón um Himmalljósið ikki kom í heimin dagsettan dag.

Eins og sólin fær alt at grógva og næla og spíra og vit verða heit og kenna okkum elskaði, tá sólin skínur og fær alt myrkrið at hvørva, soleiðis tá æviga Ljósið skínur á okkum og vit kenna okkum elskaði.

Og frá tí stóra til tað lítla  so ”gevur tað meining”, tá vit sita í urtagarðinum og grilla okkum búffar og pylsur, eta leskiligan ís og børnini tuska runt glað og fræls og vit eru so uppernaði og siga aftur og aftur : ”fantastiskt veður í dag, so heitt” !

Og so um kvøldið at síggja himmalin roða og øll taka myndir og leggja á FB og vit vera næstan hátíðarlig av øllum hesum vakurleikanum og hugsa – kanska – at sólin og hennara litir og vakurleiki er yvirjarðiskur og allur vakurleikin í dag er endurspegling av nøkrum enn størri, sum vit eiga á.