Skriva út

Sóknarprestur til Suðuroyar norðara prestagjald

14.03.2026 Tíðindi
tvøroyri3.jpg

Søkt verður eftir sóknarpresti til Suðuroyar norðara prestagjald. Talan er um eitt fulltíðar embæti, ið ætlandi verður sett 1. august 2026.

Sóknarpresturin er tænastumaður. Sóknarpresturin er kirkjubókaførandi og jarðarferðarmyndugleiki. 

Tænastubústaður er til embætið: Kirkjubrekkan 7, 800 Tvøroyri.

Tveir sóknarprestar eru í prestagjaldinum. 

Kirkjusóknirnar eru tríggjar: Tvøroyri, Hvalba, Fámjin og Sandvík. Bønhús er í Ørðavík.

Høvuðsuppgávur prestsins eru:

  • at boða Guðs orð, halda gudstænastur og forvalta sakramentini.
  • útinna tær kirkjuligu tænasturnar og lesa við konfirmantunum.
  • hava sálarrøkt við sóknarbørnunum.
  • taka virknan lut í arbeiðinum hjá kirkjuráðunum.

Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð t.d. gudstænasta / andakt á sjúkrahúsi, ellis- og røktarheimi, stovnum og býlum. Hesi støð eru í samráð við avvarðandi myndugleikar ein natúrligur partur av yrki prestsins.

Profilur
Týdningarmikið er at skapa trivnað í og rundan um kirkjuna eisini yrkadagar. At skapa trivnað er ein felags uppgáva fyri báðar prestarnar í prestagjaldinum í neyvum samstarvi við kirkjuráðini og kirkjunnar tænarar.

Vit ynskja ein prest, sum er sjónligur millum fólki í kirkjusóknunum, gevur áhugamálum fólksins gætur og tekur lut í arbeiðinum millum, børn, ung og eldri.

Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum.

Staðin biskupspróvtøka er ein fortreyt fyri at umsóknin verður viðgjørd. 

Løn- og setanarviðurskifti
Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Prestafelag, har sóknarprestar verða løntir á stigi 28,1 – 36,1

Umsøkjarar mugu rokna við møguligum broytingum í kalli og embæti samsvarandi tænastumannalógini og lógini um fólkakirkjuna í Føroyum. 

Umsóknarfreist
Umsóknin verður send til Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, FO 100 Tórshavn, ella til umsokn@folkakirkjan.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 7. apríl 2026 kl. 12.00.

Fyrispurningar um embætið kunnu setast Ova Brim, prósti, t-postur ovi@kirkjan.fo.