Skriva út

Sóknarprestur til Norðstreymoyar eystara prestagjald

30.04.2026 Tíðindi
3.jpg (1)

Søkt verður eftir sóknarpresti til Norðstreymoyar eystara prestagjald. Talan er um eitt fulltíðar embæti, ið ætlandi verður sett 1. august 2026.

Sóknarpresturin er tænastumaður. Sóknarpresturin er kirkjubókaførandi og jarðarferðarmyndugleiki.

Tænastubústaður er til embætið: Hvalvíksvegur 37, 430 Hvalvík. Bústaðurin verður væntandi tøkur í adventini 2026.

Kirkjusóknirnar eru fimm: Hvalvík, Hósvík, Saksun, Haldórsvík og Tjørnuvík. Gudstænastur verða eisini hildnar í skúlanum á Langasandi.

Høvuðsuppgávur prestsins eru:

  • at boða Guðs orð, halda gudstænastur og forvalta sakramentini.
  • útinna tær kirkjuligu tænasturnar og lesa við konfirmantunum.
  • hava sálarrøkt við sóknarbørnunum.
  • taka virknan lut í arbeiðinum hjá kirkjuráðunum.


Afturat kirkjunum eru onnur tænastustøð t.d. gudstænasta / andakt á ellis- og røktarheimum. Hesi støð eru í samráð við avvarðandi myndugleikar ein natúrligur partur av yrki prestsins.

Profilur
Týdningarmikið er at skapa trivnað í og rundan um kirkjuna eisini yrkadagar. At skapa trivnað er ein felags uppgáva í prestagjaldinum í neyvum samstarvi við kirkjuráðini og kirkjunnar tænarar.

Vit ynskja ein prest, sum er sjónligur millum fólki í kirkjusóknunum, gevur áhugamálum fólksins gætur og tekur lut í arbeiðinum millum, børn, ung og eldri.

Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði og lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum.

Staðin biskupspróvtøka er ein fortreyt fyri at umsóknin verður viðgjørd.

Løn- og setanarviðurskifti
Lønin er samsvarandi semju dagfest 8. juni 2009 millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Prestafelag, har sóknarprestar verða løntir á stigi 28,1 – 36,1

Umsøkjarar mugu rokna við møguligum broytingum í kalli og embæti samsvarandi tænastumannalógini og lógini um fólkakirkjuna í Føroyum. 

Umsóknarfreist
Umsóknin verður send til Føroya Stiftsstjórn, J. Paturssonargøta 20, FO 100 Tórshavn, ella til umsokn@folkakirkjan.fo. Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 18. mai 2026 kl. 12.00.

Fyrispurningar um embætið kunnu setast Ova Brim, prósti, t-postur ovi@kirkjan.fo.