Skriva út

Sóknarprestarnir á námsferð í DK

17.08.2021 Tíðindi
Tilvildarlig vald mynd

Í viku 35/21 fara sóknarprestarnir til Danmarkar á námsferð. So hesa vikuna kemur fólkakirkjan at virka við niðursettari arbeiðsmegi.

Námsferðin hevur tvinni endamál, eitt fakligt og eitt sosialt. Innan øll arbeiðsøki er tað vituligt, at tað sosiala í mongum førum hevur eins stóran týdning og tað fakliga.

Undirritaði metir, at tað er tað sosiala, ið ber tað fakliga. Tað fakliga gevur tí sosiala eina fakliga dýpd, so virðisgrundarlagið sæst aftur á arbeiðsplássinum.

Tað sosiala
Sóknarprestarnir eru spjaddir runt landið, og hvør sóknarprestur er ein sjálvstøðug eind. Tess vegna mega vit røkja felagsskapin á ein serligan hátt, so vit vita um og vita av hvør øðrum.

Sóknarprestarnir fevna harafturat ta hugsjónarligu breidd, ið er í samfelagnum. Í nøkur ár hava vit tilvitað arbeitt við og ment hugsanina, at prestarnir eru eitt toymi, hóast frávíkjandi sjónarmið hómast frá einum máli til annað.

Undirritaði metir, at vit framhaldandi eiga at menna kynstrið at vera saman og standa saman um kirkjuna. Samstundis mega vit loyva hvør øðrum eitt ávíst fakligt rásarúm innanfyri fólkakirkjunnar karmar, ið eru grundfestir í Bíbliuni og játtanarritum fólkakirkjunnar.

Harafturat eru sóknarprestarnir embætismenn (m/k), og eisini her eru bond, ið binda og leiðreglur, ið skulu fylgjast.

Tað er rúmsátt, hóast vit hava eitt evstamark, ið vit mega halda okkum innanfyri. At meta um ella royna at áseta hetta markið er biskupsins lutur sum eftirlitsmyndugleiki.

Sum við øllum skal innanhýsis trivnaður røkjast. Tað, ið ikki verður røkt, fellur í órøkt. Tess vegna fara sóknarprestarnir á námsferð saman við dómpróstinum. Biskupur hevur lagt ferðina til rættis, og Uni Næs, dómpróstur, verður ferðaleiðari.

Ein serlig skipan verður gjørd fyri tænastuna í kirkjuni í viku 35. Ferðin verður sett munandi niður við atliti at tænastu prestanna. Vit vera nakrir prestar á vakt, um lívið fær tað svárt.

Vaktarskipanin verður send kirkjuráðunum og lýst á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni í komandi viku. Biskupur hevur valt at vera heima og hava ábyrgd av skipanini.

JF