Skriva út

Søren: - TAÐ hevur alt at siga fyri meg

24.08.2022 Tíðindi

- sigur Søren Danielsen, sum eigur sín trúfasta sess í Kunoyar kirkju.

Orð/mynd: Snorri Brend (www.folkakirkjan.fo)

KUNOY – grein 6 av 6: Líka so vist, sum at seinasta orðið í eini gudstænastu er AMEN, líka so víst er tað, at Søren Danielsen fer frá húsum hvønn einasta sunnumorgun.

Leiðin frá húsum og í staðbundnu kirkjuna er honum ikki ókunnug, og er, um ein kann siga tað so, væl og ofta gingin av honum.

At fara frá húsum eftir kirkjugøtuni, tá klokkan kallar til gudstænastu, er bara ein góður og gamal vani hjá 84 ára gamla Søren.

Ikki tí, - hann býr bert nakrar 10-tals metrar frá kirkjuni. Men hvørki fjarstøða, brim við strond, ísur í skor ella nakað, kundi forðað honum í at koma undir Guds orð.

Her er hann, enn einaferð komin í hetta heilaga húsið, saman við bygdarfólki sínum, at hoyra, hvat Guð faðir, skapari hansara, tú Harri Jesus, frelsarin, hevði at siga teimum henda sunnumorgunin.

Hvussu ofta, Søren sjálvur sum deknur man hava lisið inngangsbønina, ella hoyrt hana lisna av øðrum, er helst ógjørligt at siga. Men fyri hann er hon av stórum týdningi, nú gudstænasta við presti er.

Tað er sunnudagur 17. juli 2022, og gudstænastan í Kunoyar kirkju fer at byrja hvørja løtu.

- Jú, tað hevur alt at siga fyri meg at koma saman við øðrum, tá Guds orð verður boðað, slær Søren Danielsen fast.

Í KIRKJU HEIMA OG ÚTI
Júst hetta við trúfestinum móti kirkjuni er eitt, ið hevur eyðkent Søren. Hesin trúskapur er ikki vorðin minni, nú árini eru vorðin mong.

- Eg eri vanur at ganga í kirkju. Og ja, - eg dugi illa at ímynda mær ein sunnudag, har eg ikki havi verið í kirkju.

- Eg vil siga tað so, at TAÐ hevði altso verið ein undarligur dagur, slær hann fast.

Í sínum langa arbeiðslívi hevur Søren bæði siglt úti í verðini og verði heimamaður. Men fyri hann er sunnudagurin nakað heilt serstakt, óansæð hvar í verðini, hann hevur verið.

Hjá honum er tað – og sum tað skilst omanfyri – at sunnudagur er dagurin, tá ein í hvussu so er fer í kirkju.

- Ja, eg havi havt tað so, at er man burtur, so eri eg bara farin í kirkju har, um tað lá fyri, sigur hann.

EIN FASTUR VANI
Kunoyar kirkja var vígd í 1867 og rundar sostatt tey 155 árini seinni í ár.

Eitt annað serstakt við kirkjuni er, at fyri 111 árum síðani – altso í 1911 – var gudstænasta hildin her, at alt gekk fyri seg á móðurmálinum, bæði lestur og alt hitt.

Vert er eisini at nevna, at á kórsvegginum standa eisini vøkru og sigandi orðini: ”Boða skal eg øld eftir øld, ímillum Drottin og mannafjøld”, sum í árunum 1908-10 vóru málaði her við gotiskum stavum.

Hesi somu orðini á føroyskum síggjast eisini aftur á kirkjuklokkuni, sum brotnaði í 1906, tá ringt var inn fyri einum brúðarpari, men stoypt aftur sama ár.
- Fyri meg er tað líkasum vorðin ein vani at fara í kirkju, tá kirkjuklokkan kallar til gudstænastu. Tað havi eg gjørt heilt frá barnsbeini av.

- Hjá mær er tað púra natúrligt at koma í kirkju. Tað er fasta vorðið fast, greiðir Søren frá. Og hann leggur aftrat:

- Nú spurdi prestur í prædikuni, hvat Jesus hevur at siga fyri meg persónliga. Eg vil bara siga, at Jesus hevur ALT at siga fyri meg. Tað er tað, alt snýr seg um, hetta, at hava frið við og Jesus.

HVØR FUGLUR SYNGUR VIÐ SÍNUM NEVI
Í eini grein um kirkjulívið í Kunoy nevndu vit, hvussu tað gekk fyri seg, tá ein av deknunum, Anna Hvannastein byrjaði at lesa lestur.

Hjá Søreni kom eisini dagurin, tá hann skuldi lesa fyrstu ferð í staðbundnu kirkjuni. Hetta hendi fyri eini 36 árum síðani at hann var biðin til dekn.

Orsøkin til hetta var heldur sjáldsom: Hann fór í kirkju sum vanligt, men tá hann kom innar kom gamli lærarin, Jákup Heinesen vinarliga til hansara. Lærarin spurdi, um hann kundi lesa fyri seg, av teirri einfaldu orsøk at hesin hevði gloymt brillurnar eftir heima við hús.

- Eg so gjørdi, og eg var eisini hangandi sum deknur, hevur Søren áður greitt frá.

Men henda summardagin í 2022 er hann í kirkju sum vanligt kirkjufólk, um ein kann siga tað so.

- Ja, einki er sum at koma saman her í kirkjuni at hoyra Guds orð og at syngja allar teir góðu og vøkru sálmarnar, sigur Søren.

- Ókey, eg eri ikki nakar stórur sangari, men eg syngi so við. Tú veitst, hvussu tað er: Hvør fuglur syngur við sínum nevi, sigur Søren Danielsen brosandi.

- - -

KIRKJULÍVIÐ Í KUNOY
Hetta er sætta og seinasta greinin úr Kunoy. Hinar fimm greinarnar eru:

1) Gott at koma saman um Guds orð - trýst her:

2) Jesus hevur alt at siga fyri meg - trýst her:

3) Biðisløgini fáa fólk at enda gudstænastuna í kvirru og tøkk - trýst her:

4) Jógvan er í kirkju hvønn einasta sunnudag - trýst her:

5) Mær dámar væl lestrarnar hjá Dahl - trýst her: