Skriva út

Søkja eftir prestum

04.11.2009 Tíðindi
Søkja eftir prestum

Síðani fólkakirkjan kom á føroyskar hendur á ólavsøku 2007, er eingin prestur settur í fast starv. Prestar eru fyribilssettir fyri eitt styttri tíðarskeið í senn. Í summar hendi tað gleðiliga, at Fíggjarmálaráðið og Prestafelagið skrivaðu undir ein sáttmála, so viðurskifti prestanna komu í eina trygga legu.

Nú verða ikki færri enn 6 prestastørv lýst leys at søkja. Millum teirra er kallið sum dómpróstur.

Tað kann tykjast sum bíðitíðin var drúgv, og onkuntíð vóru vit ótolin. Hinvegin so er alt gingið væl, og størvini eru væl røkt av teimum, ið hava mannað tey fyribils.

Í meðan vit hava bíðað, eru stór framstig hend á fleiri økjum. Landsstýriskvinnan í kirkjumálum hevur undirskrivað tvinni týdningarmikil skjøl, ið leiðslan í fólkakirkjuni saman við avvarðandi staðbundnum myndugleikum er sera takksom fyri.

Millum tey seks størvini eru tvey nýggj størv. Suðurstreymoyar vestara prestagjald fær ein sóknarprest afturat. Starvið sum hjálparprestur hjá dómpróstinum verður niðurlagt. Samstundis hevur landsstýriskvinnan við støði í jaligum samskifti ímillum biskupin og Mentamálaráðið avgjørt, at eitt nýtt starv sum sóknarprestur verður skipað eystanfyri.

Landsstýriskvinnan tók undir við sjónarmiðunum hjá teim kirkjuligu myndugleikunum, at neyðugt var við dómprósti og tveimum sóknarprestum í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi. Arbeiðsbyrðan er stór og vaksandi.

Leiðslan í fólkakirkjuni er landsstýriskvinnuni og politisku skipanini takksom fyri skilagóða avgerð. Tey seks størvini eru :

• Sóknarprestur í Sjóvar prestagjaldi
• Sóknarprestur í Norðstreymoyar prestagjaldi
• Sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi
• Sóknarprestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi
• Sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi
• Sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi og dómpróstur Føroya.

Ætlanin er, at øll størvini verða sett 1. februar 2010.
JF