Smáflokkur í Samuelskirkjuni

Fríggjakvøldið 31. oktober klokkan 19 byrjar ein smáflokkur í Samuelskirkjuni. Dentur verður lagdur á at skapa eitt rúm, har ið luttakararnir kunnu fáa loyvi at seta orð á tað, sum teir ganga inni við. Yvirskriftin fyri henda smáflokkin er: Kom sum tú ert og ver tann, tú ert.
Smáflokkar er eitt fyribrygdi, sum hevur verið kent í kirkjuligum samanhangum í nøkur ár eftir hondini. Summi vilja vera við, at ein kirkja ikki veruliga kann náa út til limirnar, um ikki hon hevur ein ella annan form fyri smáflokkaskipan, tí at tað er í hesum smáflokkunum, at menniskju kunnu seta orð á sítt trúarlív og mannalív. Tað er her, at hvørt individ fær eitt rúm at tosa um fysisk, psykisk og andalig viðurskfti í einum kristiligum, nærverandi og kærleiksfullum umhvørvi saman við nøkrum fáum øðrum menniskjum.
Tað eru fleiri kirkjur og kirkjuligir felagsskapir í Danmark og Føroyum, sum hava roynt smáflokkar í eina tíð. Nú vil Santa Ólavs Kirkjulið eisini royna hetta. Fríggjakvøldið klokkan 19 verður byrjað við einum smáflokki í Samuelskirkjuni. Í hesum smáflokki verður dentur lagdur á at skapa eitt rúm, har ið luttakararnir fáa loyvi til at seta orð á tað, sum teir ganga inni við. Skal smáflokkurin hava eina yvirskrift ella eitt navn, er tað: Kom sum tú ert og ver tann, tú ert. Í hesum smáflokki verður nevniliga arbeitt við at skapa eitt trygt umhvørvi, har ið fólk skulu hava møguleika at seta orð á fysisk, psykisk og andalig viðurskifti og trupulleikar, uttan at nakar fordømir.
Enn er ikki løgd nøkur ávís linja, hvussu ið hesin smáflokkur annars verður førdur. Hugsað verður um, at limirnir saman á fyrsta møti fríggjakvøldið 31. oktober klokkan 19 sjálvir leggja til rættis, hvussu ið hvørt kvøldið skal ganga fyri seg. Ætlanin er eisini at skapa ein form fyri tagnarskyldu. Hetta fer at vera nakað, sum dentur fer at verða lagdur á, fyri at skapa nakrar tryggar rammur fyri luttakararnar.
Um tú hevur áhuga ið at luttaka í hesum smáflokki í Samuelskirkjuni, ert tú vælkomin at senda ein teldupost til Derhard Olsen, prest, við at trýsta her.