Skriva út
Skúvoyar kirkja 75 ár
31.05.2012 Tíðindi

Annar hvítusunnudagur í dýrdarveðri. Sólin vísti blíða andlit sítt, og tað var ljóst og lýtt. Tá sást á fólki, at ein vika við liggjandi góðveðri ger sinnið lætt og ljóst.
Fjørðurin var vakur, silvitni. Gløgt er gestsins eyga, og náttúran vísti seg í grønkandi stakki. Ein lítil bygd á útoyggj. Fólkatalið er minkandi, men vit, ið vóru gestir, vóru borin á hondum. Mikil blíðskapur, og fólkið umboðaði oynna og kirkjuna væl.
Komin í land merktu vit við tað sama, at bygdarfólkið sá fram til eina hátíðargudstænastu. Nógv fólk, og kirkjan var at kalla fullsett.
Sandoyggin kendi sína ábyrgd og hjálpti til. Við urguna sat Eyðun Viderø, og sálmasangurin gekk avbera væl. Sandoyar Manskór sang ein sang, ið var yrktur til høvið. Sangurin er kveikjandi og lyftir sinnið upp. Tað er eisini endamálið við eini gudstænastu, at sálin fær eitt munagott ískoyti til dagin og vegin.
Meinhard Hentze, kirkjuráðsformaður, var deknur. Trúføst tænasta sunnudag eftir sunnudag. Júst skipanin við sjálvbodnari tænastu er ein av bulunum í føroysku fólkakirkjuni. Ein stór tænasta, eitt kall, at tæna Harranum við tænastu í kirkjuni menniskjum til gagns og signingar.
Sóknarpresturin leiddi gudstænastuna, og biskupur prædikaði. Síðani varð altargongd, har vit kundu njóta gávu Harrans, Jesu likam og blóð.
Tað gjørdi løtuna hátíðarliga og vakra, at eitt barn varð borið til dópin. Mamman var ættað úr Skúgvi. Henda hátíðardagin, nú kirkjan fylti 75 ár, vóru foreldrini komin í oynna við lítla syni teirra. Doyptur, navngivin og lagdur í Harrans hendur. Børnini, einki er so rørandi og so vakurt sum børnini.
Gudstænastan gekk sína gongd. Øll tey kendu og vanligu liðini, sum vit kenna frá føroyskari gudstænastu.
Eftir gudstænastuna vóru allir gestir og alt fólkið i oynni boðin til døgurða. Ein góður biti kom væl við, og væl gagnaðist máltíðin.
Tað er at fegnast um, at eitt kirkjulið á útoyggj tekur eitt so stórt tak til tess at halda dagin tignarligan. Kærleikin til kirkjuna var eyðsýndur, og løtan rundan um døgurðan var góð og unnilig. Gott lag, nøkur álvarsom orð og orð, ið fingu smílið fram. Gaman og álvara, soleiðis kendist løtan.
Komin aftur í ferðabátin sást sama sjónin sum við komu. Har stóð kirkjan so ásýnlig og so føgur. Væl hildin og nýmálað. Ja, sjálvt tornið, ið ódnin setti á seinasta vetur, var gjørt av nýggjum. Nei, als einki hóttafall. Alt so framúr gott.
Vit ynskja kirkjuliðnum í Skúgvi hjartaliga tillukku við teim 75 árunum. Samstundis takka vit fyri ein ógloymandi dag og mikið gestablídni.
Orð: JF.
Mynd: Terji Dalsgaard
Sí fleiri myndir
Onnur tíðindi