Skriva út

Skúlin við Ósánna vígdur 5. november 2011.

17.11.2011 Tíðindi
Skúlin við Ósánna vígdur 5. november 2011.

Silvur og gull -
vitan og vísdómur!

“Vísdóm at vinna er betri enn gull, vitsku at vinna er meiri enn silvur.” (Orðtøk Sálomons 16,16)

Vísdómur og vitska eru tvinni hugtøk, ið lýsa førleika og menning lívsins. Hugtøkini eru jalig og siga frá dygd og góðsku. Sjálvt um orðini líkjast og liggja tætt hvørt at øðrum, so er eyðvitað ein munur.

Vitska er gløggskygni, vit og skil. Talan er um tilvit og medvit. Vitskan kann mennast við læru og lærdómi, tað at nema sær kunnleika og søkja frøði.

Vísdómur fevnir um vitan og kynstrið at gagnnýta og handfara sína vitan. Tað letur seg væl gera at hava vitsku og eitt minni mál av vísdómi. Tess vegna er vitskan silvur. Hinvegin kann tann, ið hevur avmarkað mál av vitsku, vera vísur og bera seg skilagott at og megna lívið. Tess vegna er vísdómur gull.

Hesi bæði hugtøkini nema á ein serligan hátt fólkaskúlan. Børnini ganga í skúla til tess at læra og menna sína vitan. Skúlin fyri øll, fólksins skúli, gevur við síni frálæru eina vitan, sum leggur lunnar undir barnsins framtíð. Á hesar lunnar byggir barnið sítt vaksna lív í yrki og frítíð.

Ein hollur fólkaskúli er ein fortreyt fyri einum samfelag, ið skal menna sín innara marknað og virka javnbjóðis við aðrar tjóðir í altjóða samfelagnum. Bæði tann bókliga yrkisleiðin og tann verkliga lívsleiðin innan handverk krevja lunnar, ið verða lagdir í barna- og ungdómsárum. Tess vegna er fólkaskúlin ein sera týdningarmikil íløga til gagns fyri samfelagið og lívsvirði hins einstaka.

Millum tær hørðu lærugreinirnar finnast lærugreinir, ið gagna lívinum á ein heilt annan hátt. Tey bleytu virðini eru eisini umboðað innan skúlagátt t.d. í tónleiki, myndlist og átrúnaði. At lívga tey bleytu virðini og læra børnini um lívið, tað at trívast og skapa trivnað, júst hetta elur vísdóm. Børnini skulu ikki einans hava eina holla vitan.

Hugaligt at hoyra, at tónlistin og sangur stendur frammarlaga og mangan byrjar ein undirvísingartíma. Tað er tað óneyðuga, ið ber tað neyðuga. Tey bleytu virðini eru vegurin til trivnaðin, ið aftur økir um vísdóm, og vísdómurin gagnar í øllum lívsins viðurskiftum.

Sum tikið verður til í orðtøkunum : “Tann, sum er vísur í hjarta, verður kallaður hyggin, og søtleiki varranna økir um lærdóm.” ( Orðt. 16,21)

Langt aftur í gamla tíð hevur skúlin lívgað um og verið lívgaður av bæði heimspeki og kristindómi. Tað var skúlanum umráðandi, at børnini ikki einans vóru vitandi, men vís. Tí vitan er silvur, meðan vísdómur er gull.

Fólkaskúlin hevur á okkara leiðum verið nær tengdur at kristnari trúgv. Sjálvt um hesi bond vikna spakuliga, so er tað í skúlans høpi ein arvur, ið er verdur at lívga. Hin kristna trúgvin í samanrenning við jaliga hugsan og hugtøk sum virðing og tolsemi skapar ein gróðrarbotn, har vitanin grør og mennist sum vísdómur.

Líkasum tann grikski skúlin í fornari tíð vaks og mentist við grikskari heimspeki, soleiðis er tann føroyski skúlin vaksin og mentur við kristnari hugsan. Tað er ikki ov mikið sagt, at kristnin í breiðum týdningi hevur verið við til at menna føroyska skúlan til tað, ið hann er í dag.

Tað letur seg ikki gera at reka ein skúla uttan ástøði. Óhugsandi at menna ein skúla, eitt land ella fólk uttan ástøði. Er tað ikki kristindómur, so verður tað okkurt annað. Tað er júst tess vegna, at mentanin er ymisk frá einum landi til annað.

Tíðin stendur ikki í stað, og skúlin eigur at menna børnini til víðan sjónarring. Tað er umráðandi, at børnini verða vís og ikki einans vitandi. Tey vísu hava størri møguleika at megna ta avbjóðing, sum tað veruliga er at liva mitt í lívinum í einum meldri av ymiskari áskoðan innan átrúnað, heimspeki og politikk. Tí eisini her er tað galdandi, at vitan er silvur, og vísdómur gull.

Ein av háskúlamonnunum sigur um skúlan seinast í nítjandu øld, at fremsta lærugreinin var kristni. Soleiðis er ikki í dag, nú lærugreinabýtið er væl øðrvísi. Bondini millum fólksins skúla og tað kristna ástøðið eru enn, og týdningarmikið er, at hin føroyski skúlin varðveitir hesi bond, ið koma til sjóndar millum annað við vígslu av skúlanum.

Hóast skúlin í síni stevnu nýtir orð sum andsfrælsi og tolsemi, so er virðisgrundarlagið bundið at hini kristnu læruni. Hetta setir krøv til fólkaskúlan, og hetta er ein avbjóðing fyri kristnu fjøldina, ið framhaldandi eigur at verja andsfrælsi í tí almenna rúminum. Skúlin fyri øll bjóðar øllum vælkomnum í sínum fjølbroytta margfeldi.

Bæði sum grundvøllur og hægsta mál er eitt navn gagnligt í skúlans høpi. Guðs navn og Jesu navn. Maðurin Jesus, ið ikki ger mannamun og kallar øll inn undir sítt veingjabreiði, er verdur at nevna innan skúlans gátt.

Vit lýsa Guðs frið og signing yvir Skúlan við Ósánna við bøn um, at børn og vaksin mega fáa gagn og frægd av skúlans virki.

So vígi eg embætis míns vegna – og sum eitt umboð fyri samlaðu kristnu fjøld Føroya - Skúlan við Ósánna í navni faðirsins, sonarins og heilaga andans.

Faðir vár, tú sum er á himlinum!
Heilagt verði navn títt; komi ríki títt; verði
vilji tín, sum í himni, so á jørð;
gev okkum í dag okkara dagliga breyð, og
fyrigev okkum syndir okkara, so
sum vit eisini fyrigeva teimum, ið móti
okkum synda; og leið okkum ikki í
freistingar; men frels okkum frá tí
illa; tí at títt er ríkið, valdið og heiðurin
um allar ævir! Amen.

Harrin vælsigni teg og varðveiti teg.
Harrin lati andlit sítt lýsa yvir teg
og veri tær náðigur! Harrin lyfti upp
ásjón sína yvir teg og gevi tær frið.
Amen.