Skriva út
Skrúvuguðstænasta í Hoyvík
22.09.2025 Tíðindi

Mikukvøldið 24. september kl. 17.30 verður aftur sonevnd skrúvuguðstænasta í Hoyvíkar kirkju.
Byrjað verður í kirkjuskipinum, og síðan verður farið niður undir til eina góða máltíð.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Hetta er annars ikki einasta tiltað mikudagin. Mikumorgun verður skipað fyri morgunkaffi kl. 10.
Skrúvuguðstænasturnar við eini máltíð og søgu eru fastur táttur í Hoyvíkar kirkju síðsta mikukvøld í mánaðinum, og fólk hava tikið væl undir við teimum.
Vanliga eru omanfyri 100 børn møtt til hesa løtuna, og nú Hoyvíkar kirkja fyllir 18 í næstum kann ikki sigast annað enn, at hoyvíkingar og onnu rættiliga hava tikið kirkju sína til sín. Hoyvíkar kirkja, ið varð vígd 4. november 2007, er enn nýggjasta kirkjan í landinum.
Onnur tíðindi