Skriva út

Skrúvugudstænasta: - Eg eri Jesu lítla lamb

15.10.2021 Tíðindi
MYND: Skrúvugudstænasturnar í Hoyvíkar kirkju savna bæði børn og vaksin: - Hetta er nakað, sum tey gleðast um, sigur Theodor E. D. Olsen, sum var prestur henda dagin.

”Tá vit eru liðug her uppi í kirkjuni, so eru tit øll vælkomin niður í kjallaran. Og har stendur heit lasanja fyri okkum!”

Orð: Snorri Brend/Myndir: Hoyvíkar kirkja.

HOYVÍK: Tað er mikudagur í Hoyvík, og hjá mongum er hetta ein vanligur dagur við øllum tí, sum ein slíkur krevur.

Onkur hevur verið til arbeiðis; onkur hevur verið í skúla; onkur annar hevur verið í barnagarði ella dagstovni. Og onkur hevur bara hildið frí henda dagin.

Nú er klokkan farin nakað av fimm, og ein ávísur ófriður er komin á summi teirra: Tað er nevniliga um eina løtu, at TAÐ byrjar í Hoyvíkar kirkju.

Og hetta ”tað” - tað er ein av upplivingunum, sum bæði børn og vaksin gleða seg til: Dagsins skrúvugudstænasta í Hoyvíkar kirkju.

Tá klokkan umsíðir er blivin hálvgumseks henda mikudagin 6. oktober 2021, byrjar tað sum hesi omanfyri 100 fólkini hava sæð fram til: Ein gudstænasta, sum bæði børn og vaksin fáa nakað gott burtur úr.

Løtu seinni ljóðar fyrsti sangurin í kirkjuni: ”Eg eri Jesu lítla lamb” væl stuðlaður av góðum tónleiki frá Anitu Ellendersen, sum sat við orglið henda dagin.

Í dag stóð Theodor E. D. Olsen, prestur fyri gudstænastuni, men aðruhvørja ferð er tað hin presturin, Bergtórur Hjelm Bjarkhamar sum stendur fyri skrúvugudstænastuni.

ÓHÁTÍÐARLIGT
Tað er nú liðin fleiri ár síðani, at tær fyrstu skrúvugudstænasturnar vórðu hildnar í Hoyvíkar kirkju.

At byrjað var uppá , júst í hesum partinum av høvuðsstaði okkara, kom ikki av ongum: Hesin býarparturin er tann, har størsti fólkavøksturin er – og har nógvar barnafamiljur búgva og framvegis ynskja at búseta seg.

Hesar gudstænasturnar venda sær í stóran mun til tey smærru børnini, - tey, sum kanska ikki tíma so væl ta vanligu gudstænastuna sunnumorgun, sum man tykjast teimum í longra lagi.

Ein skrúvugudstænasta er í mangar mátar ein øðrvísi gudstænasta enn tær vanligu ein sunnumorgun:

Hon er í fyrsta lagi løgd seinni á degi. Hon er stutt og ikki so hátíðarlig. Sungnir verða í høvuðsheitum sangir, sum børnunum dáma væl og sum tey kenna, og kanska duga uttanat. Teksturin verður boðaður í barnahædd. Og so endar alt við eini góðari máltíð, í hesum føri einum rætti sum børnunum dáma sera væl.

Alt í alt hóskar henda gudstænastan sera væl til ta einstaku barnafamiljuna. Her fáa tey bæði andaliga føði og likamliga føði.

- Henda mikudagin fingu tey lasanju at eta, greiðir Theodor E. D. Olsen frá.

- Vit eru so heppin at hava eitt trúfast lið av fólki, sum stendur fyri matinum og køkinum hvørja einastu ferð!

BÁBELSTORNIÐ
Við eina slíka gudstænastu fær prestur eitt gott høvi at greiða børnunum frá onkrari søgu úr Bíbliuni.

Støðið er lagt soleiðis, at børnini kunnu fáa sum mest burtur úr. Og man tað ikki eisini vera so, at foreldrini somuleiðis fáa nakað burtur úr!

Endamálið er at røkka børnunum, har sum tey eru, og soleiðis var eisini við dagsins skrúvugudstænastu.

- Onkutíð taka vit upp okkurt av liðunum, sum er í gudstænastuni, til dømis um signingina.

- Hesaferð tóku vit upp tvey evni í einum, so at siga: Bábelstornið og hvítusunnan, greiðir prestur frá.

Afturvið dagsins teksti verður sjálvandi sungið nógv við eina slíka skrúvugudstænastu. Hesaferð rungaðu sangirnir: Eg eri Jesu lítla lamb, Mong tey klaga um veður og vind og Sov blítt og søtt í kirkjurúminum.

Jú, børnini í Hoyvík duga væl at sita still og lurta, og at syngja teir kendu sangirnar.

FELAGSSKAPUR
Ein partur av skránni við eina slíka gudstænastu er løtan niðri í kirkjukjallaranum. Her kann tann einstaka familjan saman njóta ein góðan og barnavinarligan rætt: Onkutíð hevur verið borðreitt við kjøtsós, spaghetti og skrúvum – harav navnið. Men mikudagin var borðreitt við lasanju.

At hava eina slíka skipan, við bæði gudstænastu og einum døgurðabita í einum, ger í fyrsta lagi sítt til, at tey vaksnu sleppa undan at gera døgurða til børnini henda dagin.

Í øðrum lagi fáa tey øll eitt gott høvið at njóta eina máltíð í felagsskapi við øll hini, sum eru komin saman her í somu ørindum.

Men í triðja lagi er ein slík skrúvugudstænasta haraftrat ein góður møguleiki at leiða børnini inn í kirkjuna. Og meiri enn tað, tí her hava familjurnar møguleika at koma saman til eina gudstænastu, bæði børn, foreldur og ommur, abbar og onnur.

Lítil ivi er um, at fyri børn og vaksin í Hoyvík eru hesar skrúvugudstænasturnar komnar fyri at vera!