Skriva út

Skírisdag í Bønhúsinum í Søldarfirði

17.04.2026 Tíðindi
Matur 2
1 / 7 myndir

Skírisdagur var ein heilt serligur dagur í Bønhúsinum í Søldarfirði. Leingi hevur verið tosað um, at tað hevði verið stuttligt at havt eina felags máltíð, sum skuldi minna um máltíðina, sum Jesus hevði saman við lærusveinunum skíriskvøld. Kjallarin í Bønhúsinum er nýliga settur í stand og umstøðurnar eru so mikið góðar, at tað ber til at hava ymisk tiltøk har. Tá prestur eisini tók undir við hugskotinum, so varð farið undir fyrireikingarnar.

Ymsar heimasíður vóru kannaðar og greitt gjørdist, at hugskotið ikki var nýtt, men at hetta eisini er roynt í eitt nú Noregi og Danmark. Funnið var fram til, hvussu jødar halda “Psach-veitslu” og hvat er á matarlepanum. Út frá hesum upplýsingum, var máltíðin sett saman.

Kvøldið byrjaði við altargongd, og aftaná hugleiddi Meinhard Bjartalíð um jødisku og kristnu páskirnar.

Síðani varð farið niðurundir, har borðið stóð dekkað og pyntað við páskaliljum og einum sjeyarmaðum staka – Menorað.

Til sjálva máltíðina var stokt lambskjøt, sum varð smurt við olju og kryddað við rosmarin. Lambskjøtið skuldi minna á søguna, tá Móses skuldi leiða ísraelsfólk úr Egyptalandi, men Farao vildi ikki lata fólkið sleppa avstað. Tí sendi Gud tær 10 plágurnar yvir Egyptaland. Fyri at sleppa undan 10. pláguni, skuldu jødarnir smyrja blóðið av einum lambi á durastavin, at deyðseingilin skuldi fara framvið.

Eisini var etið ósurgað brey – Matza. Undir flýggjanini mátti maturin gerast til skjótt, og tí er hvørki ger ella bakipulvur í breyðnum, av tí at jødarnir ikki høvdu stundir til, at breyðið skuldi “ganga”. Deiggið er mjøl, vatn, salt og olja, sum verður rørt saman. Okkurt krydd varð latið í eisini. Síðani varð breyðið bakað á pannu.

Afturvið fekst “Charoset”, sum er ein fruktgreytur við dadlum, súreplum, valnøtum, hunangi og kanel. Hetta verður blendað. Fruktgreyturin skal minna um tilfarið, sum jødarnir brúktu at tilevna múrsteinarnar, sum trælir fyri egyptar.

Jødar hava vanliga saltvatn á borðinum, sum teir “dyppa” beiskar urtir í. Hetta skal skal minna á tárini sum runnu, tá jødar vóru trælir. Hendan dagin var Rucola-salat á borðinum. 
Harumframt var ein sokallað linsusuppu, sum ein donsk heimasíða vísti til. Linsusuppan eru reyðar linsur, vatn, olivenolja, várleykir, hvítleykur og spísskumman, sum verður kókað í áleið 2 tímar. “Linsusuppan” smakkaði avbera væl saman við lambskjøtinum.

Hetta varð ein vælsmakkandi máltíð við góðari og hugnaligari samveru.

Annar veggurin í hølinum var prýddur við eini stórari mynd av málninginum “seinasta kvøldmáltíðin” hjá Leonardo da Vinci, og undir máltíðini varð málningurin umrøddur og greinaður.

Alt í alt ein løta við góðum mati, hugna og andaligari føði, sum væntandi verður endurtikin næsta ár.