Skriva út
Skeiðið fyri kirkjuráðslimum og kirkjutænarum 21. jan. 2012 fullteknað
10.01.2012 Tíðindi

Tann 21. januar 2012 er skeið á Hotel Hafnia í Tórshavn fyri kirkjuráðslimum og kirkjutænarum. Skeiðið hevur verið umtalað og lýst á heimasíðuni.
Evnini, ið verða umrødd, eru : Dópurin, altarborðið, konfirmatiónin, skriftamálið og Sálmabókin. Hetta eru týdningarmiklir bular í kirkjunnar sjálvsfatan og trúarjáttan.
Harafturat er ein fyrilestur um samskiftið. Júst hesin táttur er umráðandi, tí so sum vit samskifta, soleiðis er trivnaðurin í kirkjuliðinum. Í roynd og veru er samtalan og samskiftið berandi. Týdningarmikið, at fólk kenna seg væl og vita, at tey eru vælkomin.
Kirkjan hevur ta uppgávu, ið neiliga kann orðast soleiðis : Kirkjan er ikki til vegna síns sjálvs.
Jaliga kunnu vit orða tað øðrvísi : Kirkjan skal prædika gleðiboðskapin um Jesus. Kirkjan eigur saman við øðrum at lívga og lætta um tilveruna á jørðini, so menniskjan fær tað betur og um møguligt heilt gott.
Tess vegna fegnast vit um stóra áhugan. Dugnalig fólk gera tænastu í kirkjuni. Tað er flott, at ein leygardagur verður settur av til tess at ogna sær størri vitan, síggja onnur í somu tænastu og møguliga læra eitthvørt.
Skeiðið er fullmannað, eitt hundrað fólk. Vit fara at endurtaka skeiðið og skipa fyri fleiri líknandi døgum í 2012 og sum árini koma.
JF
Onnur tíðindi