Skriva út

Skeiðið byrjar kl. 9,00 í Dómkirkjuni 21. januar 2012.

20.01.2012 Tíðindi
Skeiðið byrjar kl. 9,00 í Dómkirkjuni 21. januar 2012.

Áhugavert hevur verið at lagt hetta skeiðið til rættis. Áhugin hevur verið stórur, og nógv fólk hava fingið noktandi svar vegna plásstrot. Fyrilestrarnir verða hildnir á Hafnia, og fundarhølið tekur eini 130 fólk. Hølið verður fullsett.

Vit gleða okkum til at síggja fjøld av kirkjuráðslimum og kirkjutænarum. Prestarnir fara at halda fyrilestrar um áhugaverd evnir, sum er grundleggjandi fyri fólkakirkjunar samleika og sjálvsfatan.

Ann Dahl Hansen, prestur, heldur eina andakt í Dómkirkjuni, og Gudmund Mortensen leikar á urguna.

At vit soleiðis koma saman ymsa staðni frá í landinum styrkir samanhaldið. So síggja vit brádliga, at fólkakirkjan eigur fjøld av fólki, ið gera tænastu í kirkjuni menniskjum til signingar og Guði til heiðurs og æru.

Kl. 09,00 : morgunsangur í Dómkirkjuni

Kl. 09,30 : kaffi

Kl. 10,00 : dópurin – Sonja Klein

Kl. 10,30 : steðgur

Kl. 10,45 : altarborðið – Inga Poulsen Dam

Kl. 11,15 : steðgur

Kl. 11,30 : skriftamálið – Emil Olsen

Kl. 12,00 : matur

Kl. 13,15 : konfirmatión – Bergur D. Joensen

Kl. 13,45 : steðgur

Kl. 14,00 : Sálmabók Føroya Kirkju – Jákup R. Hansen

Kl. 14,30 : steðgur

Kl. 14,45 : samskifti – Heri J. Joensen

Kl. 15,15 : syngja ein sálm

Kl. 15,20 : biskupur rundar av

Kl. 15,30 : liðugt

Skrivstovan.