Skeið um kjarnulæruna í kristnu trúnni

Grundleggjandi trúgv- ein rannsóknarferð í okkara kristna grundstøði
Fríðrikskirkjan bjóðar til áhugavert skeið um kjarnulæruna í tí kristnu trúnni.
Uttan mun til um tú hevur eina avmarkaða ella breiða vitan, so ert tú væl komin til eina forvitnisliga ferð í okkara kristnu trúarlæru.
Tummas Lykke Kannuberg skipar fyri tímum í Fríðrikskirkjuni.
Hvat kanst tú vænta tær?
Vit hittast umleið eina ferð um mánaðin í Fríðrikskirkjuni í umleið 1-1½ tíma.
Hvønn tíma er:
o Andakt
o Sálmur
o Framløga við evnum sum: Ápostolska trúarjáttanin og Luthers lítla katekismus
Tíðarbil: Vit hittast fimm ferðir frá januar til mai.
Nær:
04. februar kl. 19:00
25. februar kl. 19:00
18. mars kl. 19:00
22. apríl kl. 19:00
02. mai kl. 19:00
Hví er tað viðkomandi fyri teg?
· Tú ognar tær eina djúpari og breiðari fatan kristnu trúnni.
· Gamlir sannleikar verða endurnýggjaðir
· Trúgvin verður umrødd í nútímans ljósi, og tú fært møguleika at seta
spurningar og at kjakast um týðandi evni í tryggum umstøðum.
Hvussu tekni eg meg til skeiðið?
Skriva ein teldupost til tummas@kirkjan.fo
Tað, er ókeypis, og øll millum 16 og 100 ár eru vælkomin.
Kom sum tú ert!
Um tú hevur gingið í kirkju í mong ár ella bert ert forvitin um ta kristnu trúnna, so er skeiðið ætlað tær. Ver vælkomin í ein góðan felagsskap og hugnaligar løtur saman okkum. Vit síggjast!