Skriva út
Skeið í trúarlæru
26.09.2024 Tíðindi
Á hesum skeiði verður dentur lagdur á skapan, endurloysn og fullending.
Hetta verður gjørt við ástøði í kjarnutekstum úr Halgubók.
Kierkegaard, Løgstrup, Grundtvig, H.C. Andersen, Dostojevskij og Viderø koma eisini at kasta ljós á evnini.
Høvi verður at skifta orð um tað, ið verður umrøtt.
Øll kunnu taka lut.
Meinhard Bjartalíð, gudfrøðingur, ið hevur skrivað serritgerðir í Nýggja testamenti og trúarlæru á lærda háskúlanum í Aarhus, undirvísir.
Undirvíst verður týskvøld frá kl. 19.00 til 21.00 í skúlanum við Løkin.
Talan verður um umleið 8. kvøld.
Byrjað verður 29. oktober.
Tilmelding: kurk.fo
Onnur tíðindi