Skriva út

Skeið í liturgik, sálmavitan og kirkju- og bíbliukunnleika

06.10.2021 Tíðindi

Við í orgulleikaraútbúgvini, sum Tórshavnar musikkskúli bjóðar, eru nakrar kirkjuligar lærugreinar: Liturgik, sálmavitan og kirkju- og bíbliukunnleiki.

Frálæran fer fram sum toymisfrálæra og á skeiðinum, sum byrjar aftan á heystferiuna, er pláss fyri fleiri lesandi.

Vit vilja tí við hesum bjóða skeiðið út til organistar, kirkjutænarar og onnur, sum kundu hugsa sær at fingið meir kunnleika á hesum økjum.

Tá ið skeiðið er av, er møguleiki fyri at fara upp til próvtøku og taka prógv í kirkjuligu lærugreinunum sambært lesiætlanina um Orgulútbúgvingina í Tórshavnar musikkskúla. Próvtøka er tó einki krav.

Tímatalið er sett at vera 40 tímar - býtt út á 20x2tímar.

Skeiðið verður hildið í Tórshavnar musikkskúla høli 1.21 mikudagar kl. 19 - 21. Eftir nærri avtalu kunnu tímarnir vera fluttir til aðrar dagar til dømis í føstutíðini.

Fyrstu skeiðstímarnir kunnu væntast at vera mikudagin 27. oktober.

Lærari er Jákup Reinert Hansen og fyriskipari er Gudmund Mortensen.

Áhugaði kunnu venda sær til Gudmund Mortensen, tlf. 281102, t-post: gudmundellis@hotmail.com