Skriva út

Skeið fyri kirkjuráðslimum og kirkjutænarum

23.08.2011 Tíðindi
Skeið fyri kirkjuráðslimum og kirkjutænarum

Í drúgva tíð hava vit í fólkakirkjuni viðgjørt kirkjuliga bygnaðin. Tað er umráðandi hjá eini kirkju at hava eina ítøkiliga skipan, ið er størri og djúpari enn áskoðan hins einstaka. Fólkakirkjan eigur at umboða støðufesti og varandi loysnir. Tillagingar til broyttar umstøður og skiftandi tíðir henda ikki eftir einum degi.

Sjálvt um talan er um eina kirkju, so hava bygningar, karmar og umstøður beinleiðis ávirkan á innihaldið. Gleðiboðskapurin um Jesus og ynskið um at vera medmenniskjunum til gleði og signingar er kirkjunnar vørumerki, og gott innihald setir krøv til teir ytru karmarnar. Góðir karmar eru í sjálvum sær ein vitnisburður um innihaldið, sjálvt um ikki alt er gull, ið glitrar.

Nú fara vit at leggja á annan bógv og koma til innihaldið. Ætlanin er, at vit skulu menna okkara egnu tilvitan um fólkakirkjuna sum heild, so vit betur kenna okkara samleika. Prestarnir hava verið á viðkomandi skeiðum. Nú er tíðin komin til kirkjuráðini og kirkjutænararnar. Ætlanin er loksins at koma við almennum tilboðum um frálæru til fólkið í síni breidd.

Mangt áhugavert og spennandi er at taka fram. Bæði innan trúarlæru og siðvenju eru fjøld av evnum, ið eru gagnlig at umrøða.

Vit hava tó valt at byrja við teim klassisku setningunum, ið eru týðandi tættir í fólkakirkjunnar sjálvsfatan. Seks undirvísingartímar á 30 minuttir. Evnini, ið vit viðgera á tí fyrsta skeiðinum, vera :

Dópurin - (Sonja Klein)
Altarborðið - (Inga P. Dam)
Skriftamálið - (Emil Olsen)
Konfirmatiónin - (Bergur D. Joensen)
Sálmabók Føroya Kirkju - (Jákup R. Hansen)
Samskiftið - (Heri J. Joensen).

Fyrsta skeiðið verður leygardagin 21. januar 2012 á Hotel Hafnia. Byrjað verður við morgunsangi í Dómkirkjuni kl. 09. Dagurin endar kl. 16,00.

Skeiðið er ókeypis. Avmarkað luttøka. Neyðugt er at boða frá luttøku á 3119 95 ella stift@folkakirkjan.fo

Vælkomin.

JF